Vitja íleggjarar í USA

Samstundis sum Føroya Banki boðar frá einari ætlaðari navnabroyting, er bankin í USA fyri at vitja møguligar íleggjarar. Í morgun eru stjórarnir í Føroya Banka komnir til Íslands, har teir skulu hava nakrar fundir við pensjónskassar og aðrar áhugaðar íleggjarar

Føroya Banki vitjar í hesum døgum møguligar íleggjarar í USA.
- Hóast vit eru ein lutfalsliga lítil fyritøka, og vit arbeiða á einum lutfalsliga lítlum marknaði, so eru vit skrásettir á altjóða virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn. Partabrøvini verða handlað hvønn dag, og partabrøv kenna jú eingi landamørk, og um íleggjarin er í Føroyum, Keypmannahavn ella í USA, so hugsar hann á sama hátt, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka tá vit fingu fatur á honum í telefonini úr New York í gjár.
Hann hevur verið í USA á kunningarferð saman við Suna Schwartz Jacobsen, og hann sigur, at í løtuni er stórur áhugi fyri Føroya Banka partabrævinum.
- Eitt partabræv er sum einhvør onnur vøra, sum verður keypt og seld, og sum allar aðrar vørur skal eitt partabræv eisini marknaðarførast, og tað er hetta, vit gera í USA í løtuni, sigur Janus Petersen.
Uppgávan er at skapa áhuga og vitan um partabrævið Føroya Banki, tí tað er ein fortreyt fyri, at íleggjarar fáa vitan um partabrævið.
- Eg haldi, eg kann siga, at áhugin er rímiliga stórur fyri partabrævinum. Vit hava vitjað 15 ymiskar stórar íleggjarar í fimm ymiskum býum, millum aðrar New York, Boston og Philadelphia, og eg haldi, at áhugin er stórur, sigur Janus Petersen.

Stórur íleggjari
Sum flestøllum kunnugt var tað júst í USA, at altjóða fíggjarkreppan, sum herjar allan heimin, byrjaði við sonevndu SubPrime lánunum, men hendan kreppan er við at hasa av so spakuliga.
- Ja, tað haldi eg vit kunnu siga. Nú hevur partabrævið hjá Føroya Banka havt eitt støðugt tíðarskeið, har kursirnir hava laga seg væl, og tað kemst av, at íleggjararnir eru varðugir við, at bankin er lutfalsliga væl fyri, og hevur klárað seg lutfalsliga væl gjøgnum fíggjarkreppuna, sigur Janus Petersen.
Hann sigur, at bankin eisini hevu fingið lutfalsliga nógvar nýggjar stovnsligar íleggjarar, tað vil siga pensjónskassar og stórar altjóða íleggjarar at gera íløgur í Føroya Banka.
- Og tað er jú við til at hjálpa upp á, at partabrævið verður handlað nógv soleiðis, at kursuin er hin rætti. Millum annað hava vit fingið ein av heimsins størstu íleggjarum, Wellington, sum nú eigur umleið fimm prosent av Føroya Banka, sigur Janus Petersen.

Onnur lond eisini
Talan er tó ikki um nýggj partabrøv, sum bankin hevur útskrivað.
- Nei. Eitt partabræv er sum ein handilsvøra, og tá tú keypir eitt partabræv er endamálið, at tú skal fáa ein vinning, og tað ger tú við at selja, tá kursurin er farin upp. Skal kursurin fara upp, skal tað eisini verða onkur, ið vil keypa, og tí er tað av týdningi, at partabrøvini verða marknaðarførd og gjørt verður vart við, at tað er ein góð íløga, sigur Janus Petersen.
Tí er tað ein fyrimunur, at handlað verður so nógv sum gjørligt við partabrøvunum.
- Tað er einasti mátin at skapa eitt áhugavert partabræv fyri partaeigararnar, og tað er hetta, vit gera í USA, sigur Janus Petersen.
Onnur lond enn USA standa á listanum yvir lond, sum skulu vitjast.
- Vit fara í morgin til Ísland, har vit skulu hava fundir við pensjónskassar og onnur. Vit hava verið í Keypmannahavn og vit umhugsa hini norðanlondini eisini. Tað er vanligt eftir at hava kunngjørt ein ársroknskap at vit fara runt til íleggjarar og gera vart við okkum, og tað er nakað, vit eisini hava gjørt onnur ár, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.