Høvuðsendamálið við túrinum er at vitja ymisk føroysk søvn, kring landið.
Hósdagin vitja tey ymsik søvn í Havnini, umframt at tey síggja atelierið hjá Kára Svensson á Velbastað. Um kvøldið eru tey boðin til mentanarkvøld í Kommunuskúlaauluni.
Fríggjadagin gongur leiðin norðeftir, tá tey fara at vitja á dúvugørðum í Saksun og í útgrevstrinum í Tjørnuvík. Síðani fara tey at spáka við Gjógv og vitja kirkjuna í Funningi.
Leygardagin gera tey fyrsta steðgin í Gøtu, har tey vitja í Tøting og í kirkjuni. Síðani fara tey um Leirvíksfjørð til Klaksvíkar og Viðareiðis. Í Klaksvík vitja tey í Christianskirkjuni og í Norðoyggjasavninum. Á veg heimaftur steðga tey í Leirvík, har tey síggja víkingagrevsturin.
Sunnudagin steðga tey fleiri ferðir á vegnum til Vágarnar aftur. Fyrsti støðgurin verður við Leynavatn. Síðani steðga tey í Kvívík, og hyggja at víkingagrevstrinum. Í Vágunum steðga tey í Miðvági, har tey sleppa at hyggja at Kálvalíð. Tey fáa síðani eina rundvísing á flogvøllinum, og túrurin endar í Bø, har tey steðga heilt stutt, áðrenn tey checka inn aftur.
eys