Talv, HM dystur
Ein nýggj tíð í talvi er komin, tað er heilt vist. Seinastu fimtan árini hevur Gary Kasparov myndað ovasta toppin, men hósdagin skrivaði Vladimir Kramnik seg í talvsøguna við at yvirtaka heimsmeistaraheitið frá landsmanni sínum Kasparov í dysti teirra millum í London.
Kasparov vil fegin hava nýggjan dyst
Kasparov var maðurin sum vildi hava Kramnik sum avbjóðara til HM-heitið hansara, tí hann metti Kramnik vera sterkasta mótstøðumann, og rætt hevði Kasparov. Kasparov segði eftir næstseinasta- og avgerandi talvið, at hann var ov illa fyrireikaður til allan HM dystin sum heild. Hann helt uttan iva at hann hevði møguleikar í hesum talvdysti, men segði somuleiðis at Kramnik telvaði væl og varð rætti vinnarin. Spurdur bleiv Kasparov um hansara tíð er farin sum topptelvari, og svarið varð klárt: Nei! Hann segði seg bert bíða eftir næsta tilboðnum at telva nýggjan HM dyst, og at hann altíð er klárur til nýggjar avbjóðingar nú hann ikki kann kalla seg heimsmeistara.
Kasparov er 37 ára gamal, men í talvi er tað als eingin aldur. Til dømis er víðagitni telvarin Victor Kortschnoj 69 ár, og enn er hann aktivur og hevur eitt ratingtal á umleið 2630. Kasparov er í besta aldri og kann uttan iva koma sterkt aftur, eins og fyrimynd hansara Alexander Aljekhin gjørdi tá hann í 30´unum misti HM heitið ímóti Max Euwe, og síðani nøkur ár seinni endurvann heitið júst ímóti Euwe.
Kramnik tilreiðar at vinna telduna
Tá Kasparov bjóðaði Kramnik javleik í fimtanda og næstseinasta talvinum var Kramnik skjótur at takka fyri, og síðani at hevja sigursglaður armarnar upp í luftina. Hetta varð ein barndómsdreymur sum heilt klárt lýstu úr kropsmálið hansara. Hann vann sera uppiborið talvdystin ímóti ungdómslærara sínum, og hvat er nú meira hjá honum at vinna? Jú, talvtelduna. Júst spurningin um hvat hann helt um ein møguligan talvdyst ímóti einari nýggjari útgávu av talvtelduni Deep Blue, segði Kramnik seg vera tilreiðar til ein slíkan dyst. Og vónandi megnar Kramnik at vinna ímóti talvbeistinum, sum roknar eini fimm milliónir møguleikar um sekundi.
Hetta verður sjálvsagt ein nýggj tíð hjá Kramnik framyvir, men hann fer uttan iva at megna uppgávuna sum heimsmeistari væl. Hann er róligur og kaldur av lyndi, og júst hesir eginleikar vórðu orsøkir til HM heitið hansara.
Sekstan talv skulu telvast í HM dystinum, og sjálvt um dysturin er avgjørdur so skal seinasta talvið telvast, og hetta verður sostatt telvað í dag. Væntandi taka teir ein skjótan javnleik sum gevur endaliga úrslitið 9-7 til Kramnik.