Tíðliga í summar samtykti Nes Kommuna, at nýggj vøggustova skal gerast á Toftum. Vøggustovan verður í kjallaranum har Barnagarðurin ídag heldur til.
Nú er farið undir sjálvt arbeiðið at gera vøggustovuna, skrivar Nes Kommuna á heimasíðu sínari. Grivið er út fyri felags inngongdini, sum verður omanfyri, og arbeiði er eisini byrjað í kjallaranum.
Niðanfyri barnagarðin er arbeiði við vognskúrinum komið nakað ávegis, og í vikuni er skúrurin stoyptur, sum vit síggja á myndini.
Kommunan skrivar, at vøggustovan skal standa liðug áðrenn summarferina komandi ár.