Vørubilur stóð í ljósum loga

Eldur kom í ein lítlan vørubil í Vági í nátt. Illgruni er um, at eldurin varð ásettur.

Um hálvgum fimm tíðina í nátt, fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum lítlum vørubili við opnari last, einum sokallaðum pick-up, í Vági.


Tann, ið boðaði frá eldinum upplýsti, at bilurin var í ljósum loga, og undir sjálvari samrøðuni sprongdist eisini brennievnistangin í bilinum.


Boð vórðu send eftir sløkkiliðnum og løgregluni, og ein góðan hálvan tíma seinni, so varð eldurin sløktur.


Bilurin stóð soleiðis fyri, at tað var ongin vandi fyri, at eldurin spreiddi seg víðari, men sjálvur bilurin var útbrendur, og tískil var ikki møguligt at staðfesta, hvar eldurin kyknaði.


Løgreglan kundi tó upplýsa, at sami bilur hevur verið útsettur fyri herverk fleiri ferðir í seinastu, so illgruni er um, at eldurin varð ásettur.