Vónandi fer kirkjan í Føroyum at víga samkynd

Sleppa samkynd at giftast borgarliga í Føroyum, er tað nattúrligt, at tey einaferð eisini sleppa í kirkju at giftast

- Vónandi verður tað soleiðis, at samkynd einaferð í tíðini eisini sleppa at giftast í kirkju í Føroyum.

 

Tað helt Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, nú Løgtingið skifti orð um at loyva samkyndum at giftast.

 

Tað eru tær fýra tingkvinnurnar, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum, Hanna Jensen úr Framsókn, og Sonja Jógvansdóttir, sum er uttanflokstingkvinna, ið hava lagt uppskot fyri løgtingið um at loyva samkyndum at giftast.

 

Uppskotið hevur kloyvt Løgtingið í tvey, men eftir viðgerðini higartil at døma, fer tað akkurát at verða samtykt.

 

 

Les eisini: Løgtingið fer at samtykkja, at samkynd kunnu giftast

 

 

Tær fýra tingkvinnurnar hava lagt dent á, at samkynd skulu bara giftast borgarliga, ikki í kirkju. Og fyri at beina allan iva burtur, hava tær eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at har eru tað bara pør av hvør sínum kyni, sum kunnu gifast. Tær siga, at kirkjan skal sjálv avgera um hon vil gifta samkynd og kemur eitt ynski frá kirkjuni um tað, eigur løgtingið at broyta lógina aftur.

 

Hinvegin eru tað fleiri tingfólk sum eru púra sannførd um, at borgarlig vígsla er bara fyrsta stigið, og verður tað samtykt, verður næsta stigið at samkynd krevja at sleppa at giftast í kirkju.

 

Og Bjørt Samuelsen duldi ikki fyri, at sjálv vónar hon, at kirkjan fer at víga samkynd einaferð í framtíðini.

 

- Samtykir Løgtingið uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd kunnu giftast, er tað natúrligt, at tað eisini fer at umfata kirkjuligar vígslur einaferð í framtíðini, sigur hon.

 

Men hon sigur, at hetta er ein spurningur, sum kirkjan sjálv má taka støðu til.

 

- Tað er ein støða, sum skal takast innan kirkjugátt. Enn er ongin fráboðan komin frá kirkjuni, og tí vita vit ikki, um kirkjan er til reiðar at víga samkynd, heldur hon.

 

Men hon heldur eisini, at kemur kirkjan til ta niðurstøðu at samkynd skulu kunna vígast í kirkjuni, er tað sjálvandi eitt mál, Løgtingið eigur at stuðla kirkjuni í.

 

Sjálv vísir Bjørt Samuelsen á, at tá ið kirkjan vígar eitt par, er tað tí hon átekur sær eina uppgávu fyri statin.

 

- Tað er ikki eitt krav, at tú skal vera trúgvandi fyri at sleppa at giftast í kirkjuni. Bara annar hjúnafelagin er limur í kirkjuni, er tað nóg mikið, sigur Bjørt Samuelsen.

 

- Vit mugu viðurkenna, at samfelagið hevur flutt seg rættiliga nógv seinastu árini, og tað hevur ófatiliga stóran týdning, at øll føla seg at vera eina nátúrligur partur av tí. Og tað, hetta snýr seg um, er at viðurkenna, at summi liva øðrvísi enn meirilutin.

 

Í hesum sambandi vildi Bill Justinussen hava at vita frá Sonju Jógvansdóttir, um samkynd fara at seta onnur ynski fram um at bøta um rættindini hjá samkyndum, skuldi uppskotið um borgarligt samkynd hjúnalag verðið samtkykt.

 

Sonja Jógvansdóttir sigur, at kirkjan má sjálv taka støðu til, nær hon er til reiðar at víga samkynd. Og kemur kirkjan við einum slíkum ynski, verður tað so.

 

- Eg kann ikki tryggja nøkrum, at samkynd ongantíð í ævini fara at royna at fáa somu rættindi, sum øll onnur, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

- Samkynd vilja hava somu rættindi, sum øll hini - ikki fleiri rættindi, men heldur ikki rætti rættindi, sigur Sonja Jógvansdóttir.