Gott, at fáa sett orð á og lagt byrðar á hann, sum ber alt, sum er hevur umsorgan fyri okkum øllum.
Vit trúgva, at tað er vón.
Aftur í ár bjóðar Vesturkirkjan til kvøldgudstænastu í kvøld, stytsta dag.
Vit syngja kendar jólasálmar, og vit sita í kvirru.
Høvi verður at skriva tankar niður ella eina bøn, sum prestur biður fyri.
Eisini er høvi at tendra eitt ljós í ljóskúluna og at fara til altars.
Prestarnir í Vesturkirkjuni, Heri, Derhard og Bergur taka lut.
Kirkjukaffi verður aftaná.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Prestarnir