-Tað er ein vónleys uppgáva at royna at forða útlendingum at eiga í føroyskari fiskivinnu.
Tað staðfesti Poul Michelsen, løgtingsmaður og handilsmaður, á fiskvinnutinginum í Klaksvík í gjárkvøldið.
Á fundinum varð spurningur reistur um tað er nakar skaði í, at útlendingar eiga í føroyskari fiskivinnu.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er til reiðar heilt at útihýsa útlendingum í føroyskari fiskivinnu.
- Eg haldi, at vit skulu hava eina føroyska vinnu, so at allur vinningurin verður verandi í Føroyum, sigur hann.
- Tað eru bara til afturskomin lond, sum selja síni rættindi til útlendingar á eini almennari, fríari uppboðssølu, tí teir draga vinningin og virðisøkingina við sær av landinum, sigur landsstýrismaðurin.
Tí skulu útlendingar ikki eiga í veiðiloyvum undir Føroyum, sigur hann.
Hinvegin heldur Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, at tað er skeivt at útihýsa útlendingum heilt, tí vit skulu aldrin lata allar hurðar aftur.
Hann heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki, at útlendingar sleppa at eiga 33 prosent, sum tað er nú.
Aksel V. Johannesen sigur, at tað eru fyrimunir og vansar við øllum. Útlendskar íløgur eru komnar væl við, tá ið okkara vinnulív er farið av knóranum.
Men ræðið má altíð vera í Føroyum. Útlendingar kunnu eiga ein triðing, men nógvar søgur ganga um, at teir eiga mangt slíkt.
Tí skal tryggjast, at hámarkið verður hildið, sigur hann.
Trupulleikin er, tá ið avkastið fer av landinum. Tí skal fiskurin virkast í Føroyum og avkastið skal vera eftir her.
Bill Justinussen sigur, at tað er niðurfelt í samgonguskjalinum, at tað skal vera áhugavert hjá útlendingum at gera íløgur í Føroyum. Tí skulu hurðarnar ikki latast aftur, tí útlendingar kunnu saktans eisini leggja nakað eftir seg av virðisøking.
- Virðisøkingin skal verða verandi her á landi, sigur Bill Justinussen
Kári P. Højgaard sigur, at Landstýrismálanevndin staðfesti í 2006, at viðgerðin í Fiskimálaráðnum tá, ikki veitti trygd fyri, at ásetingarnar um, at útlendingar bert kunnu eiga 33 prosent í føroyskum fiskiførum, verða hildnar.
Poul Michelsen í Framsókn sær støðuna eitt sindur øðrvísi.
Eg eri handilsmaður og eg dugi nøkunlunda at meta um, hvussu farast kann fram uttan at útlendingar endiliga eiga partapening í føroyskari vinnu.
- Vit skulu gera okkum púra greitt, at tað er ein vónleys uppgáva og eg eri vísur í, at útlendingar hava ræðið á nógv meiri enn teimum 33 prosentunum.
Tí heldur hann, at kunsturin er at samfelagið tryggja sær vinningin frammanundan, eitt nú at tryggja sær, at virðisøking, framleiðsla og søla verður verandi í Føroyum. - Samfelagið kann tryggja frammundan at ta fær tann ágóðan, samfelagið skal hava.
Høgni Hoydal sigur, at útlendingar skulu vera vælkomnir til Føroya at virka í vinnulívinum eftir vanligum treytum.
Men sjálv fiskirættindini, sum alt Føroya fólk eigur, skulu bara gagnnýtast av føroyskum vinnulívsfólki
- Tað er bara at hyggja at afrikanskum londum, hvat hendir, tá útlendingar eiga náttúrutilfeingið, sigur hann.
- Tá verður ræðið á náttúrutilfeinginum og øll virðisøkingin flutt av landinum – men tað er nettupp eit sovorðið samfelag, Føroyar eru við at verða, sigur hann.
Sí fleiri myndir frá fiskivinnutinginum við at trýsta HER
|