Vónsvikin av Kringvarpinum

Kringvarp Føroya fer ikki at gera upptøkur av dramakonsertini Rósa Maria. Hetta harmar fleiri, sum hava víst sína misnøgd á Facebook

Fleiri halda tað vera ov vánaligt, at Kringvarp Føroya ikki vil gera upptøkur av dramakonsertini Rósa Maria, sum hevur frumframførslu í kvøld.

 

Ein teirra er Elin Brimheim Heinesen, sum skrivar soleiðis á sínum facebookvanga:

- Skilji á lagnum, at Kringvarp Føroya, sum sigur seg vera “fremsta mentanarbera Føroya” fer ikki at seta ressursir av til at gera sjónbandaupptøkur av stóru dramakonsertini Rósu Mariu.

 

Hon heldur tað vera ov vánaligt, at Kringvarpið ikki vil gera hesar upptøkurnar og spyr seg sjálva, hvat eftirtíðin man fara at siga til hetta. Hon vísir á, at hetta er upprunaføroyskt tilfar og ein søgulig hending, eitt musikalskt stórverk. Yvir 100 fólk taka lut á og handan pallin, har ímillum nøkur av teimum allar-allarbestu tónleikara- og sangarakreftum Føroyar eiga í dag, skrivar hon.

 

Hon vísir á, at einans seks sýningar tilsamans eru settar á skrá og tær eru allar útseldar.

- Skal restin av Føroya fólki als ikki fáa ein tjans at uppliva hetta verk, um ikki annað so í sjónvarpinum? Ótrúligt, at man niðurraðfestir og velur hetta frá – serliga í eini tíð, har tøknin er vorðin so nógv ódýrari og meira ómakaleys at fáast við, skrivar hon og endar við at siga, at hon er eitt sindur vónsvikin av Kringvarpinum.

 

Tað skal viðmerkjast, at Elin Brimhim Heinesen er dóttir Jens Paula Heinesen, ið hevur skrivað skaldsøguna, sum dramakonsertin er bygd á.