– Vónsvikin av politikarunum

Føroyar fara at søkja um at hýsa Oyggjaleikunum í 2019 – men umsóknin verður send inn við fyrivarni, tí enn er ikki greitt, hvussu verður við fyrst og fremst at fáa ein golfvøll.

Hetta er greitt, eftir at ÍSF á fundi í gjárkvøldið hevði eitt mál á skránni, sum var Oyggjaleikirnir um seks.

– Men av tí at myndugleikarnir ikki hava livað upp til tað, sum teir hava lovað, kundi umsóknin bara vera við fyrivarni, sigur ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, sum ikki dylur, at hann er vónsvikin av politikarunum.

Hann sigur, at tríggir møguleikar vóru, nú ÍSF skuldi taka støðu til at søkja um leikirnar í 2019, men at møguleikin við fyrivarni varð valdur.

Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.