Vorherre bevares fyri hugsunarhátt!

- Okkara sjónarmið verða rætt og slætt skúgvað til viks í nýskipanarnevndini, sigur umboð hjá Føroya Fiskimannafelag í hoyringsbólkinum.

- Sum partur av hoyringsbólkinum hjá fiskivinnunýskipanarnevndini loyvi eg mær at siga mína hugsan alment. Okkara sjónarmið verða slett ikki hoyrd og tikin í álvara í fiskivinnunýskipanarnevndini. Tey verða rætt og slætt skúgvaði til viks. Alt, sum ikki hevur við eina uppboðssølu av kvotum at gera, verður sópað burtur.

 

Tað sigur Mortan Berjastein, umboð fyri Føroya Fiskimannafelag í hoyringsbólkinum.

 

- Í kjakinum í KvF herfyri millum Johnny í Grótinum og Jóannes Jacobsen - báðir búskaparfrøðingar - kom eftir mínum tykki týðiliga fram, at Johnny í Grótinum bert arbeiðir eftir tí leisti, hann hevur fingið boð um at arbeiða eftir. Hann var bara loyalur mótvegis fiskimálaráðharranum, Høgna Hoydal.

 

Spurningurin hjá Mortani Berjastein er tí:

 

- Hví so hava hoyringsbólkar, vælvitandi, at eingin ynskir eina uppboðssøluskipan? Eg føli meg í hvussu er at vera hildnan fyri spott.

 

Umboðið hjá Føroya Fiskimannafelag vísir á, at í nevnda kjaki segði Jóannes Jacobsen seg ikki vita, hvussu ein uppboðssøla skal skipast. Tað kann altíð diskuterast, um vit skulu hava stutt- ella langtíðarloyvi.

 

- Jóannes Jacobsen segði enntá, at um eitt skip onga kvotu fær eitt ár, so merkir tað bara, at eitt annað skip kemur ístaðin. Vorherre bevares fyri ein hugsunarhátt. Hvat við skipinum, sum onga kvotu fekk hetta árið, Jóannes? spyr nevndarlimurin í Føroya Fiskimannafelag, sum er við í hoyringsbólkinum.

 

Mortan Berjastein hevur í kvøld eitt longri lesarabræv um hesi viðurskifti, og brævið kann lesast í fullari longd á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag - www.fiskimannafelag.fo