Tað er á spildurnýggjum graslíki, at NSÍ og 07 Vestur nú klokkan 16 fara at spæla sera týdningarmiklan landskappingardyst, har tað snýr seg um at vinna stig og harvið at taka seg longri burtur frá hóttanini av at flyta niður.
Tá ið hann handaði NSÍ vøllin at brúka, greiddi Tórbjørn Jacobsen – Í NSÍ troyggju og brókum – frá, at býráðið arbeiðir við á fíggjarætlanini fyri 2023 at leggja sama slag av graslíki á vøllin undir Mýruhjalla á Skála.
Borgarstjórin upplýsti eisini, at talan er um nýtt slag av graslíki, sum ikki er roynt í Føroyum áður. Talan er um vovnan vøll, sum millum aðrar Klæmint A. Olsen og borgarstjórin hava sæð og roynt í Póllandi.
Henda verkætlanin kostar 8 milliónir krónur. Tá verður graslíki eisini lagt á vøllin omanfyri skúlan á Glyvrum.
Fyrsta sparkið á nýggja graslíkinum átti fótbóltsáhugaði borgarstjórin, tá ið hann royndi seg við brotssparki, meðan Jens Martin Knudsen vardi málið.