VOX hevur verið til í skjótt tíggju ár, og uttan at taka munnin ov fullan, so eru tey fremsta gospelkórið í Føroyum í løtuni.
Manningin kemur øll úr Heimamissiónini, og síðani tey byrjaðu í 1998, hava tey sungið til møtir, konsertir, festivalar og onnur tiltøk.
Kórið, ið hevur staðið á palli við stórum nøvnum sum Etta Cameron og Jesse Dixon, fer at framføra lívlig løg hjá m.ø. Kirk Franklin og Fred Hammond, men eisini meiri friðarlig løg sníkja seg inn á spælilistan.