– Sivas og Kesi, sum skuldu spæla á Voxbotn í kvøld, hava tíverri avlýst sína framførslu. Orsøkin er at teir gjørdist ov seinir til flogfarið til Føroya, av tí at teirra flogfar úr Fraklandi var seinkað til Keypmannahavnar.
Fyrireikararnir av Voxbotn siga í tíðindaskrivi, at Sivas og Kesi harmast sera nógv um hetta og biða allar sínar føroysku fjepparar halda sær tilgóðar. Teir hava lovað, at teir koma til Føroya, so skjótt høvið býðst.
Fyriskipararnir hava tó fingið okkara egna Signar í Homrum sum “stand in” fyri Sivas og Kesi, og fer hann á Fast-pallin kl. 20.30.
– Signar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikararnar í landinum í løtuni. Vit kenna hann við løgum sum ”Tað er gott at elska”, ”Mín skattur” og ”kærleikans mátt” sum nærum eru blivin fólkaogn.
Signar í Homrum hevur verið virkin tónleikari og sangskrivari í yvir 25 ár, har hann spældi nógv ár við bólkinum Kjølum. Seinnu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox samstundis sum hann hevur staðfest sína støðu sum solistur, eftir at hann fyri nú trimum árum síðani gav sína fyrstu fløgu út.
Signar spælir í kvøld saman Henningi Nicodemussen og John Johansen, og teir fara uttan iva at fáa lív í alla fjøldina.