Í mai 2016 vóru 3 samtøk undangóðkend til at bjóða uppá verkætlanina at byggja Skúlan á Fløtum, og tann 29. juni 2016 var lisitatión uppá høvuðsarbeiðstøkuna.
Hesi feløg/samtøk bjóðaðu og teirra boð vóru:
P/F Articon/Sp/f Búsetur: kr. 293.866,875,62.
SP/F TG Verk: kr. 275.982.636,00.
P/F MT Højgaard Føroyar: kr. 273.000.000,00.
Kostnaðarmetingin hjá ráðgevarasamtakinum Eind við støði í útbjóðingartilfarinum var kr. 247.864.000,00, har undanfarna kostnaðarmeting var kr. 232.000.000,00. Henda upphædd er ein av fyritreytunum fyri at kunna halda samlaða kostnaðarkarmin sum samtyktur av býráðnum.
Innkomnu boðini eru nú granskað við atliti at kostnaði, fyrivarni og alternativum tilboðum.
Bygginevndin fyri skúlan hevur síðani viðgjørt málið og hevur staðfest tilráðing frá teknisku fyrisiting um at annulera lisitiatiónina. Hetta tí at innkomnu boðini vóru ov høg í mun til metingina, og at tað samanumtikið ikki er nóg gott grundarlag fyri at fara víðari við samráðingum við lægsta tilboðsgevara.
Samstundis er avgjørt beinanvegin at arbeiða víðari við projekteringini og møguligum tillagingum til ásetta kostnaðarkarmin, fyri síðani at bjóða verkætlanina út í nýggjari lisitatión seinni í heyst.
Eftir uppruna tíðarætlanini skuldi henda arbeiðstøkan vera staðfest í einum endaligum kostnaðarkarmi í desember 2016. Annuleringin fer ikki at ávirka hesa tíðarætlan.
Í juni 2016 var farið undir avgrevstur úti á Fløtum og gongur arbeiðið væl.
Skúlin á Fløtum verður trýsporaður frá 0 -7. flokk og fimm spor í 8 - 9. flokki. Tilsamans verða umleið 850 næmingar og 100 starvsfólk á skúlanum. Skúlin verður umleið 11.600 m2 til víddar. Samtakið Eind er ráðgevi og stendur fyri projektering og eftirliti.