Ein av teimum landsliðsleikarunum, sum vóru úttiknir til fyrsta EM-undankappingardystin ímóti Finnlandi, men sum ikki varð úttikin í gjárkvøldið, var Klæmint A. Olsen úr NSÍ. Hóast hann er toppskjútti í Effodeildini, so vórðu teir tríggir áleypararnir á pappírinum hjá landsliðsvenjaranum Jóan Símun Edmundsson, Páll A. Klettskarð og Arnbjørn T. Hansen.
Klæmint, sum gjørdist toppskjútti í fjør og stevnir ímóti tí sama í ár við higartil 20 málum í 24 dystum, tekur tað tó róliga.
- Sjálvandi vildi eg fegin verið við landsliðnum. Tað vilja flest allir fótbóltsleikarar. Men at Lars ikki metir, at hann hevur brúk fyri mær hesaferð, gerst bara ikki við. Nú havi eg bara landskappingina at hugsa um og at fáa so nógv burtur úr henni sum møguligt, so møguliga eg kann prógva mítt virði fram til landsdystin í novembur, sigur Klæmint A. Olsen við in.fo í kvøld.
Úttøkan hesaferð var til útidystin ímóti Norðurírlandi 11. oktobur og heimadystin ímóti Ungarn 14. oktobur. 14. novembur verður seinasti landsdysturin í hesum árinum, tá ið Føroyar skulu á vitjan hjá Grikkalandi.