Vukasin Tomic gevst í Víkingi

Útskeldaði miðverjin er nú fortíð í Víkingi, eftir at partarnir eru farin hvør til sítt

Vukasin Tomic boðaði í gjár liðfeløgunum frá, at hann gevst í Víkingi. Hann og Víkingur eru komin ásamt um at steðga samstarvinum, sjálvt um miðverjin hevur sáttmála. Tað váttar nýggi venjarin, Jóhan Petur Poulsen, sum tekur við eftir Eyðun Klakstein, ið bleiv koyrdur í landsliðssteðginum.

33 ára gamli miðverjin úr Serbia er blivin ímyndin av ættarliðsstríðnum í Víkingi, sum kostaði Eyðuni Klakstein starvið. Nevndin í felagnum vil hava teir ungu og lokalu á liðið, og metti at tað gekk ov seint.

Tað hevur leingi ljóðað, at Vukasin Tomic er ein av teimum spælarunum, sum nevndin ynskir verður skift við ein lokalan spælara. Tað sæst eisini aftur, nú partarnir fara hvør til sítt fyri tíð. Vukasin Tomic skal í øllum góðum hava sagt farvæl við spælararnar og felagið í gjár.