Vukcevic vaknaður úr koma

Meira enn hálvanannan mánað eftir álvarsama ferðsluóhappið er Hoffenheim-spælarin Boris Vukcevic vaknaður úr koma.

 

Sambært upplýsingum frá felagnum í bundesligaini er 22 ára gamli fótbóltsspælarin nú vakin í nakrar tímar hvønn dag og megnar at samskifta við síni nærmastu.

 

Vukcevic, sum hevur sukursjúku, koyrdi í september mánað beint á ein lastbil. Hildið verður, at óhappið hendi, tí hann hevði lágt blóðsukur.

 

Hann fekk álvarsamar skaðar í høvdið av óhappinum, og enn duga læknarnir ikki at siga, hvussu væl hann fer at koma seg.

 

- Vit fegnast um, at tað gongur støðugt framá við Boris, sigur Müller, sambært Kicker.

 

- Vit hugsa um hann hvønn dag. Sjálvandi kundu vit hugsað okkum at vitja hann, men tað má bíða. Í løtuni er tað týdningarmiklasta, at hann fær stundir til at koma fyri seg, sigur Andreas Müller