Vunnu á útivølli fyri fyrstu ferð í 34 ár

Bolivianska fótbóltsliðið The Strongest hevur bíðað leingi eftir einum útisigri í Copa Libertadores

Copa Libertadores er suðuramerikanska útgávan av "Champions League". Eitt av liðunum, sum javnan hevur tikið lut í kappingini er The Strongest úr Bolivia. Tað er als ikki óvanligt, at fótbóltslið í Suðuramerika hava ensk nøvn, tí í fleiri førum hava bretar verið við til at stovna fótbóltsfeløgini.

The Strongest hava ikki havt eydnuna við sær, tá teir hava spælt á útivølli. Men í gjárakvøldið bragdaði loksins hjá The Strongest í Copa Libertadores. Fyri fyrstu ferð í 34 ár vann The Strongest ein útidyst í Copa Libertadores. Hetta gjørdist veruleiki, tá The Strongest vann 1-0 á brasilska liðnum Sao Paulo á Paceembu leikvøllinum í Sao Paolo. 

Áðrenn útisigurin í gjárakvøldið hevði The Strongest leikt 48 útidystir í Copa Libertadores kappingini síðani 1982 uttan at vinna ein tann einasta dyst. Av teimum 48 útidystunum The Strongest leiktu í Copa Libertadores farnu 34 árini, endaðu 41 við tapi og sjey við javnleiki.

Heimavøllurin hjá The Strongest, sum eitur Estadio Hernando Siles, sum liggur í høvuðsstaðnum La Paz roynist tó væl betur hjá The Strongest, og tað er ikki so løgið. Heimavøllurin hjá The Strongest liggur á 3.637 metra hædd, og tað hava útiliðini tað sera torført við. 

Samlaðu hagtølini hjá The Strongest í Copa Libertadores kappingini gjøgnum tíðina eru 45 sigrar, 22 javnleikir og 66 tap. Nógv teir flestu sigrarnir eru heimasigrar.