Vunnu á Finnlandi

Føroyska unglingalandsliðið hevur júst tikið lut í NM kappingini, sum hesa ferð varð hildin í Svøríki

 

Bridge


Í døgunum 17. til 22. juni var NM fyri unglingar (U-25) í Trelleborg, Svøríki. Á føroyska liðnum vóru:


Arne Mikkelsen, 23 ár

Magni Jøkladal, 23 ár

Reimund Langgaard, 23 ár

Høgni Vesturklett, 18 ár

Gunnar Mouritsen, 18 ár

NPC Finn Ougaard


Tað eydnaðist liðnum at vinna ein av dystunum - tann móti Finnlandi. Úrslitið varð 17-13 til Føroyar. Bara í tveimum av teimum átta dystunum fingu okkara menn rættiliga oyrini í maskinuna. Í hinum seks dystunum stóðu teir seg væl ella hampuliga væl.

Bara tað, at vit ikki enda á aftasta plássi, er ein hálvur sigur fyri okkum. Tá hugsað verður um, hvussu fáar leikarar í unglingaaldri vit hava, má sigast, at hetta er eitt gott úrslit.

Endaliga støðan í kappingini var henda:


1. Ísland 188

2. Noreg 1 172

3. Danmark 1 171

4. Noreg 2 161

5. Svøríki 1 138

6. Finland 121

7. Danmark 2 100

8. Føroyar 91

9. Svøríki 2 84


Úrslitini hjá tí føroyska liðnum vóru hesi:


Føroyar - Ísland 08-22

Føroyar - Danmark 2 08-22

Føroyar - Noreg 2 02-25

Føroyar - Noreg 1 11-19

Føroyar - Finnland 17-13

Føroyar (yvirsitari) 18

Føroyar - Danmark 1 02-25

Føroyar - Svøríki 2 12-18

Føroyar - Svøríki 1 13-17



Vit skulu síggja, hvussu Magni og Arne meldaðu ein góðan stóraslemm í dystinum móti Noreg 1.


E/NS

J109532

J873

-

542

A6 K84

Q4 A5

AK5432 QJ96

AK3 QJ109

Q7

K10962

1087

876


V N E S

Magni Arne

- - 1 kl pass

1 rú pass 1 ut pass

2 rú pass 3 rú pass

3 hj pass 3 ut pass

4 sp pass 5 rú pass

7 rú pass pass pass


2 rú var XY-sans. Krav til útgang.

3 hj var Trelde. Spyr um hald og eftir essum.

3 ut vísti hald í hjartara og eitt ess.

4 sp var Beta Trelde, spurdi um hald í spaðara og eftir trumf-frúgv.

5 rú vísti hald í spaðara og trumf-frúgv.


Við helvtina av teimum átta borðunum varð stórislemmur meldaður í hesum spælinum. Mótstøðumenninir hjá okkum meldaðu eisini hendan slemmin, so spælið endaði javnt har.

Vit skulu eisini síggja eitt gott og heppið offurmeld frá dystinum móti Finnlandi. Eitt spennandi spæl, sum kundi farið báðar vegir.


V/NS

K3

K107

10765

QJ98

1085 QJ97642

852 96

QJ93 K

A72 1053

A

AQJ43

A842

K64


V N E S

Gunnar Høgni

pass pass 3 sp D

4 sp D pass pass

pass


Um mótspælið í góðari tíð spælir kleyvara, kunnu teir taka 7 stikk, og so kostar offurmeldið 800. Men Høgni fekk rútaran góðspældan og kundi kasta tveir kleyvarar til rú Q og J. Sostatt fingu finnar her bara 300 fyri hetta spælið.

Soleiðis gekk meldið við hitt borðið:


V N E S

Arne Magni

pass pass 3 sp 4 hj

4 sp 5 hj pass pass

pass


Magni valdi at melda 4 hj heldur enn at upplýsingardupla. Nú var eitt sindur lættari hjá Arna at melda 5 hj. Um Vestan finnur ein lítlan rútara í útspælinum, fer kontraktin niður. Men tað gjørdi hann ikki, og so kundi Magni taka trumf, avblokera sp A og síðan góðspæla kleyvaran. Mótspælið fekk fyri kl A og eitt stikk í rútara, og Føroyar 650 fyri spælið.