Í gjár vunnu teir tryggan 4-0 í seinasta venjingardystinum ímóti B93. Christian Høgni Jacobsen var á vøllinum, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist honum at koma á máltalvuna. Hann hevur spælt nógv í venjingardystunum higartil, har hann millum annað hevur verið framherji, men hann hevur framvegis einki mál skotið. AB spælur fyrsta landskappingardystinum í nýggja kappingarárinum sunnudagin, tá teir vitja hjá Kolding FC.