VW Polo 2002 ? verður ein størri bilur

Bilaframsýningin Biler for alle 2001 læt upp í Herning Messecenter 15.november. Frá Bilasøluni v. Øssur Johannesen vóru Lars Egemose, sølumaður, og stjórin, Øssur Johannesen, og hugdu nærri at nýggja VW Polo ið kemur á marknaðin í mars/apríl

 

VW Polo, ið fyri nøkrum arum síðan var mest seldi bilur í Danmark fleiri ár á rað, kemur í vár sum ein nýggjur og størri bilur. Í stødd nærkast Polo nú VW Golf og er á leið somu stødd sum Golfarnir vóru fyrr, nú hann er longdur við 15 sentimetrum.

Litirnar passa saman

Innan minnir hann nógv um VW Lupo og Golf, hvat viðvíkur instrumentborðinum og setrunum. Litirnir innan passa til lakkeringina av bilinum uttan. Talan er um ein rúmligan bil, ið er bygdur yvir sama plattform sum Skoda Fabia. Polo fæst eisini við klimaanleggi við automatiskari hitastýring.

Elektrohydrauliska servostýring

Koyrieginleikarnir eru merktir av, at bilurin nú hevur elekrohydrauliska servostýring sum standard. Hetta hevur við sær, at bilurin er lættur at koyra, og stýringin tillagar seg ferðina, og hvussu bilurin er lastaður. Bremsur og fjaðraskipan virka heilt optimalt, og koyrieginleikarnir eru sera góðir, og lítið hoyrist til motorin inni í bilinum.

Viskarar úr gummi

Sum nakað heilt nýtt eru viskararnir gjørdir úr gummi, t.v.s. eisini tað sum viskaragummiið er heft í. Hetta hevur við sær at viskararnir larma lítið, eisini tá ferðin er nógv. Frá Bilasøluni hjá Øssur Johannesen vænta teir sær nógv av nýggja Polo, sum verður her hjá okkum í mars ella apríl.