Russar hava lagt stóran dent á at taka Bakhmut, sum serfrøðingar meta ongan serligan týdning fær fyri kríggið kortini. Bardagarnir hava vart í fleiri mánaðir, og stórur partur av býnum er í knúsi.

Wagner-herurin tekur ein steðg í Bakhmut

The Institute for the Study of War heldur tað ikki vera óhugsandi, at Wagner-hermenninir taka ein taktiskan steðg, meðan bíðað verður eftir, at fleiri russiskar herdeildir koma til Bakhmut.

Russar hava lagt stóran dent á at taka Bakhmut, sum serfrøðingar meta ongan serligan týdning fær fyri kríggið kortini. Bardagarnir hava vart í fleiri mánaðir, og stórur partur av býnum er í knúsi.

Amerikanska greiningarfyritøkan, The Institute for the Study of War (ISW), heldur, at tað tykist sum leiguhermenninir hjá Wagner hava tikið ein taktiskan steðg í ukrainska býnum, Bakhmut.

 

Tað veit Sky News at siga. 

 

Russiskar herdeildir, íroknað Wagner-leiguhermenninir, sum berjast á russiskari síðu, hava í seinastuni lagt stóran dent á at taka ukrainska býin, sum fyri kríggið hevði stívliga 70.000 íbúgvar.

 

Tað eru tey, sum spáa, at býurin helst fer at fella í russiskar hendur innan stutta tíð. Útlendskir miðlar vistu í gjár at siga, at russar hava ræðið á umleið helvtini av sundurbumbaða býnum.

 

Fyrst í hesi vikuni varð sagt, at Wagner-herdeildirnar høvdu tikið ræðið á eystara parti av býnum, og nú verður mett, at stríðandi partarnir sita á umleið helminginum av býnum hvør.

 

ISW heldur, at óvissa ræður um, hvønn leiklut Wagner-herliðini fara at fáa í komand álopum á Bakhmut, tí leiguhermenninir hava seinastu dagarnar ikki verið sæddir í bardøgum um býin.

 

Greiningarfyritøkan heldur tað ikki vera óhugsandi, at Wagner-hermenninir taka ein taktiskan steðg, meðan bíðað verður eftir, at fleiri russiskar herdeildir koma til Bakhmut.

 

Í dag verður eisini víst til ein Tvitter-vanga, Donbass Today, sum hevur 30.000 fylgjarar.

 

Her verður sagt, at Wagner-herlið nú eru byrjað at taka seg inn í eitt ídnaðarøki har norðuri í býnum, men hesi tíðindi eru ikki váttað av almennum keldum.

 

 

 

Russar hava lagt stóran dent á at taka Bakhmut, sum serfrøðingar meta ongan serligan týdning fær fyri kríggið kortini. Bardagarnir hava vart í fleiri mánaðir, og stórur partur av býnum er í knúsi.