Wardum-brøður til Kyndils-kvinnur

Komandi kappingarár verða tað brøðurnir Uni og Hannis Wardum, ið verða venjarar hjá fremsta kvinnuliðnum hjá Kyndli. Fleiri stubbar niðanfyri

Uni og Hannis hava báðir drúgvar royndir sum venjarar, bæði í fremstu deildunum, har teir millum annað hava staðið á odda fyri fremsta mansliðnum hjá H71, umframt at teir í nógv ár eisini hava verið ungdómsvenjarar. Báðir hava teir eisini í nógv ár sjálvir verið leikarar á besta mansliðnum hjá Kyndli. Afturat sær hava venjararnir Hans Mikkelsen, fysiskan venjara, og kvinnurnar eru longu farnar í gongd við fysisku venjingina.


---


Hyypia heldur fram í Liverpool


Eitt sera gott kappingarár hjá danska Daniel Agger hevur kostað Sami Hyypia plássið í miðverjuni hjá Liverpool. Vanliga verjan var Hyypia og Carragher, men nú hevur 22 ára gamli danin tikið yvir. Hyypia verður stórt sæð bara nýttur, tá ið ein av hinum tørva ein steðg, og hetta hevur fingið søgurnar at ganga um at Hyypia var á veg úr felagnum. Hesum søgum vísur venjarin hjá liðnum, Rafael Benitez, nú aftur. Hann sigur seg hava tosað við ljóshærda verjuleikaran um málið, og báðir eru samdir um, at hann skal halda fram komandi kappingarár. 33 ára gamli Sami Hyypia hevur leikt í Liverpool síðan 1999, tá ið hann kom til felagið frá hollendska Willem II.


---


Saviola gevst í FC Barcelona


Javier Saviola heldur ikki fram í spanska stórfelagnum eftir hetta kappingarárið, sum endar um góðar tríggjar vikur. Kviki argentiski áleyparin hevur ikki fingið nógva leiktíð í FC Barcelona í ár, og hann verður nú biðin um at finna sær nýtt felag til komandi kappingarár. Hann hevur tvey tey undanfarnu kappingarárini verið útleigaður til Monaco og síðan Sevilla, men tað tykist greitt, at talan hesaferð verður um eina sølu. Real Madrid og Manchester City sigast bæði hava áhuga í 25 ára gamla áleyparanum.


---


U-21 liðið á vøllin


Føroyska U21-landsliðið skal fyri fyrstu ferð í altjóða dyst, tá teir í morgin skulu spæla móti Kroatia. Fyrrakvøldið kom føroyska ferðalagið til Zagreb, og síðani hava spælararnir fyrireikað seg til stóru avbjóðingina. Venjarar hjá liðnum eru Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, og teir siga, at veðrið ikki er heilt so heitt, sum vandi var fyri. Hesar báðar seinastu dagarnar hava hitastigini verið eini 15-20 í tali. Fyrr í vikuni hava tey annars verið 35. Men lætt verður tað tó ikki móti Kroatia, sum verður mett at hava eitt av sterkastu U21-landsliðunum í Europa.