Wenger vil hava reglurnar broyttar

Sunnudagin, dagin eftir 2-1 »sigurin« hjá Arsenal móti Sheffield United í 5. umfari av FA Cup-kappingini, fekk Arsenal-venjarin Arsene Wenger stuðul allastaðni frá fyri hansara áheitan um at broyta reglurnar, eftir at Wenger sjálvur hevði bjóðað Sheffield United nýggjan dyst.

Sunnudagin, dagin eftir 2-1 »sigurin« hjá Arsenal móti Sheffield United í 5. umfari av FA Cup-kappingini, fekk Arsenal-venjarin Arsene Wenger stuðul allastaðni frá fyri hansara áheitan um at broyta reglurnar, eftir at Wenger sjálvur hevði bjóðað Sheffield United nýggjan dyst.

? Har er eitt hol í reglunum, og tað hevði verið betri at havt eina lóg heldur enn eina stevnu á hesum økinum, segði Arsenal-venjarin.

David Davies, sum er virkandi aðalstjóri í enska fótbóltssambandinum FA, rósti Wenger fyri hansara áheitan.

Og høvið at umrøða eina slíka broyting í reglunum kemur næstan beinanvegin, tí longu leygardagin kemur altjóða nevndin, sum tekur sær av lógarbroytingum o.tíl. í fótbólti, saman til fundar í walisiska høvuðsstaðnum Cardiff.

? Vit vilja sera fegnir umrøða hetta á fundinum leygardagin, tí hóast vit hava eina stevnu fyri Fair Play í hesum landinum, so vísti tilburðurin á Highbury, at eitt hol er í lógini, segði David Davies.

? Tað skuldi upprunaliga ikki vera á skránni á fundinum leygardagin, men vit hava eina støðu, sum ikki hevur verið fyrr, og sum vit vilja loysa skjótast gjørligt. Í hesum landinum eru tað ikki bert orð, tá vit tosa um slagorðið hjá FIFA um Fair Play.

Arsenal fekk nógv rós fyri, at felagið beinanvegin eftir dystin leygardagin bjóðaði Sheffield United nýggjan dyst, og enska fótbóltssambandið kom beinanvegin ásamt um at loyva hesum, og liðini skulu nú hittast aftur 23. februar.

Onkur hevur ført fram, at FA hevur gjørt ov skjótt av, men til hetta segði David Davies:

? Orsøkin til, at vit so skjótt avgjørdu, at dysturin skuldi spælast umaftur, er tí, at vit halda, at Fair Play hevur nakað at siga.

Uppskotið hjá Wenger fall eisini í góða jørð hjá einum av royndastu venjarum í Bretlandi. Ron Atkinson, sum fyri stuttum bleiv manager hjá Nottingham Forest, segði:

? Støður sum hesar koma ongantíð fram, fyrr enn tær henda. Eg haldi tað vera eitt sømiligt hugskot, og tað kann eisini gera alt minni ørkymlandi.