Westward Ho hevur ligið við bryggju í Havn í nøkur ár. Hon er í ringum standi, og tørvur er á eini høvuðsumvæling. Grunnurin Sluppin, sum eigur Westward Ho, hevur nú tikið stig til at umvæla sluppina.
Jónsvein Lamauge, havnameistari, er formaður í grunninum, og hann sigur, at sluppin verður sleipað niður til Skotland einaferð í næstu viku. Ætlanin er at fáa Vaktar- og Bjargingartænastuna at gera hetta, men av tí at bæði Brimil og Tjaldrið liggja við bryggju vegna verkfall, er tað møguligt, at hetta verður útsett nakrar dagar.
Umvælingin er rættiliga umfatandi og fer at kosta grunninum einar tvær milliónir krónur. Fleiri av bondunum í skrokkinum skulu skiftast út, og spildurnýtt dekk skal eisini gerast. Harumframt skulu fleiri bjálkar undir dekkinum og í skipinum, sum eru illa farnir, skiftast út.
Síðani skal alt skipið innrættast av nýggjum, tí alt skal tømast innanúr eisini. Hetta arbeiðið verður gjørt í Føroyum, og Jónsvein vónar, at fáa sjálvbodna arbeiðsmegi at innrætta skipið. Innrættingin fer óviað at kosta nakrar hundrað túsund krónur.
Westward Ho hevur ligið á beding á Tórshavnar Skipasmiðju, har fólk hava tett øll hol, og gjørt klárt at seta fast, so hon er klár til túrin niður til Skotland.
Partur av søguni
Spurningurin er so, um tað loysir seg at seta eitt so gamal skip í stand.
? Tað er avgjørt neyðugt at varðveita hetta skipið, tí hon umboðar eitt sera týdningarmikið tíðarskeið í søgu Føroya, tí tað var við sluppum, at føroyingar fóru undir at veruligt havfiskarí, sigur Jónsvein Lamhauge.
Hann sigur, at henda umvælingin verður mett sum ein íløga. Skipið verður sum nýtt eftir umvælingina, og tá er grundarlag fyri at vinna nakað av peningi innaftur í grunnin, sum er heldur tómur eftir hetta risa takið.
Sluppin verður væntandi aftur at síggja í Føroyum einaferð í heyst, tá arbeiðið eftir ætlan skal vera liðugt. Tó er møguleiki fyri, at hon ikki kemur aftur til Føroyar fyrr enn næsta vár. Jónsvein sigur, at tey ikki fara at sleipa hana til Føroyar á vetri.
Westward Ho er bygd í 1884 í Grimsby í Englandi. Thomsen á Tvøroyri keypti sluppina til Føroyar í 1895, tá hon skifti navn til Viking. Í 1908 skifti hon aftur til upprunaliga navnið.
Í 1967 keypti grunnurin sluppina frá felagnum hjá Thomsen. Tá hevði sluppin verið í vinnuligari sigling heilt fram til 1966. Longu í 1968 var hon aftur í sigling.
Tvær aðrar sluppir eru í Føroyum í dag. Johanna, sum er javngomul við Westward Ho, og Norðlýsið, sum er bygd í 1945.