Tað hevur áður verið ført fram í føroyskum miðlum, kanska serliga í Sosialinum, at sendingin hjá Discovery, Whale Wars Viking Shore, verður send fyrstu ferð fríggjakvøldið 27. apríl klokkan 20, føroyska tíð.
Tað er ikki skeivt, men kortini bara ein hálvur sannleiki.
Fulli sannleikin er, at dagur og tíð eru røtt, men staðið, sum røðin verður frumsend, er USA. So einaferð í nátt føroyska tíð, sleppa amerikanarar at síggja fyrsta av fimm pørtum um grindadráp í Føroyum.
Tað er kortini ikki so, at føroyingar og nrðurlendingar fyri tann skuld, verða snýttir fyri sendingina. Tí hon kemur.
Sambært marknaðarleiðaranum hjá Animal Planet í Danmark, Rikke Jørgensen, so verður sendingin sett á skrá fyrstu ferð hósdagin 7. juni klokkan 20 føroyska tíð.
So enn er ein góður mánaður hjá føroyingum at bíða eftir, hvussu upptøkurnar eru kliptar saman.