- Áhaldandi álopini á undirstøðukervið fyri heilsu og orku í Ukraina merkja, at fleiri hundrað sjúkrahús og heilsumiðstøðir ikki longur kunnu virka, sum tey eiga, sigur Heimsheilsustovnurin.

WHO ávarar: Veturin kann gerast lívshóttandi

Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at tey hava skrásett 703 álop á undirstøðukervið undir heilsuverkinum í Ukraina síðan russisku innrásina í februar.

 

- Áhaldandi álopini á undirstøðukervið fyri heilsu og orku í Ukraina merkja, at fleiri hundrað sjúkrahús og heilsumiðstøðir ikki longur kunnu virka, sum tey eiga, sigur Heimsheilsustovnurin.

- Hetta er greitt brot á fólkarættin og reglurnar fyri kríggi, segði økisstjórin hjá Heimsheilsustovninum, Hans Kluge, í ukrainska høvuðsstaðnum í gjár.

 

Hann umrøddi russisku álopini á undirstøðukervið sum størstu álop á heilsuverkið á evropeiskari jørð síðan seinna heimsbardaga.

 

- Áhaldandi álopini á undirstøðukervið fyri heilsu og orku merkja, at fleiri hundrað sjúkrahús og heilsumiðstøðir í Ukraina ikki longur kunnu virka, sum tey eiga.

 

Hans Kluge segði, at her vantar brennievni, vatn og streymur fyri at kunnu veita tær grundleggjandi tænasturnar og legð aftrat, at mong sjúkrahús í Ukraina eru uttan hesar veitingar.

 

Økisstjórin hjá Heimsheilsustovninum segði, at umleið helmingurin av ukrainska undirstøðukervinum fyri orku antin hevur fingið skaða ella er oyðilagdur.

 

- Í dag standa 10 miljónir ukrainar - ella umleið ein fjórðingur av fólkinum í landinum - uttan orku, segði Hans Kluge, ið ávaraði um kalda veturin, sum liggur fyri framman.

 

Økisstjórin hjá WHO legði sambært tíðindastovuni NTB aftrat, at ein kaldur vetur kann kosta mannalív, og tískil verður hesin veturin eisini lívshóttandi fyri miljónir av ukrainum.

 

 

 

 

 

- Áhaldandi álopini á undirstøðukervið fyri heilsu og orku í Ukraina merkja, at fleiri hundrað sjúkrahús og heilsumiðstøðir ikki longur kunnu virka, sum tey eiga, sigur Heimsheilsustovnurin.