Hetta kann vera orsaka av skaðum ella tí at venjarin metir, at onkur leikari ikki hevur spælt upp til sítt besta. Venjarin hjá dønum, Ulrik Wilbek, hevur valt at taka av hesum møguleikanum. Í morgun valdi hann at senda Kasper Søndergaard og Bo Spellerberg heim, og í staðin hevur hann innkallað spælstýraran, Claus Møller Jacobsen, og stórskjúttan hjá danska felagnum Skjern, Lars Møller Madsen.