Við 120.000 krónum og boðum um at bjóða upp á handritið til skaldsøguna ?Den yderste tid? eftir William Heinesen, varð føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn, Tryggvi Johansen, sendur ørindi í býin týskvøldið vegna Føroya Landsbókasavn. Leiðin gekk oman í Bredgade, har uppboðssølan Bruun-Rasmussen heldur til. Hetta kvøldið var partur av stóru bókasamlingini hjá Bjarne Saxhof á søluskránni, harímillum handrit og bøkur eftir William Heinesen.
Skaldsøgan ?Den yderste tid? varð í síni tíð vrakað av forlagnum Levin & Munksgaard og varð heldur ikki útgivin seinni, tá William Heinesen gjørdist ein viðurkendur høvundur í Norðurlondum og helst hevði havt lætt við at fingið skaldsøguna útgivna, um hann vildi.
Áhugin fyri júst hesum handritinum var tískil sera stórur undan uppboðssøluni, og tað sást aftur á prísmetingini, sum serfrøðingarnir hjá Bruun-Ramussen høvdu sett til 40-50.000 krónur. Ein av áhugaðu keyparunum var Landsbókasavnið, sum hevði fingið pening til vega bæði frá Mentamálaráðnum og privatum sponsorum til at ogna sær handritið fyri, og sum nú bert kundi bíða eftir at hoyra hvussu leikur fór.
Fínir harrar og bókormar
Inni í uppboðssøluhølunum í Bredgade sóust fólk stima inn stutt áðrenn klokkan fimm, tá sølan varð sett at byrja. Fínir vælkladdir italienskt- og enskttalandi harrar, stoltir antikvariatseigarar og forsagdir bókasamlarar í fótformaðum skóm sótu hvør í sínum lag og granskaðu uppboðssøluskránna eina seinastu ferð, áðrenn tann ungi auktionarius setti uppboðssøluna.
Tá uppboðssøluleiðarin kom til fjúrtandu bókina í uppboðssøluskránni, sum var handritið til ?Den yderste tid?, vóru fleiri hendur á lofti til fyrsta boðið, sum ljóðaði á 40.000 krónur. Prísurin fór skjótt upp til 45, 50, 55 og upp til 60.000 krónur. Har steðgaði streymurin av boðum eina løtu.
Men so kom glið á aftur boðini, og upphæddin kom skjótt upp á 100.000 krónur. Nú prísurin gjørdist so høgur vóru bara tveir áhugaðir keyparar eftir. Boðið á 100.000 krónur átti Tryggvi Johansen vegna Landsbókasavnið, men her mátti føroyski sendimaðurin gevast, tí umframt sjálvan kostnaðin skulu 20 prosent latast uppboðssølufyritøkuni.
110.000 ljóðaði boðið stutt eftir, og so varð rópt fyri fyrstu, aðru og triðju ferð, áðrenn hamarin dukaði í borðið og segði frá, at William Heinesen kom ikki til Føroya í hesu syftu.
- Vit eru eitt sindur skuffaði, tí vit hildu at vit høvdu ein rímiligan kjans við teirri upphæddini, sum vit høvdu til reiðar. Tað hevði verið øgiliga áhugavert at fingið hendur á hasum handritinum, sigur Marjun Patursson, settur landsbókavørður.
Landsbókasavnið eigur einki handrit hjá William Heinesen. Tí var tað eisini spell fyri bókasavnið, at Bruun-Rasmussen valdi at seta tvey onnur handrit hjá høvundanum, nevniliga til tey bæði útgivnu yrkingasøvnini ?Arktiske elegier? frá 1921 og ?Høbjergning ved havet? frá 1924, á skránna beint áðrenn handritið til ?Den yderste tid?.
- Vit satsaðu uppá at fáa handritið til ?Den yderste tid? so vit kundu ikki brúka av pengunum til at keypa eitt av hinum handritunum, sigur Marjun Patursson.
Hini bæði handritini hjá William Heinesen vórðu seld fyri ávikavist 35.000 og 15.000 krónur.