LUTTØKA
OG TEKNING
Millum 70 og 80 fólk hava teknað seg til ráðstevnuna, sum verður 25. - 27. mai í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan byrjar hósmorgunin 25. mai klokkan 8.30 við skráseting av luttakarum og útflýggjan av tilfari og kl. 9 byrjar fyrsti fyrilesturin. Tað ber til at tekna seg í Norðurlandahúsinum fram til ráðstevnuna og meðan hon er. Luttøkugjaldið er 400 kr. fyri alla ráðstevnuna, 150 kr. fyri einstakar ráðstevnudagar. Fyrilestrarnir verða á donskum, norskum og enskum.
ENDAMÁL
Merkishøvundarnir William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen vórðu føddir fyri hundrað árum síðan. Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið gera vart við hetta tíðarmótið við ráðstevnu, ið er ætlað til at stimbra granskingina av ritverkunum hjá høvundunum báðum.
Teir aldust upp í tí dansktmæltu borgaraligu mentanini í Havn, skrivaðu skaldskap sín á donskum, vórðu týddir á onnur mál og gjørdust navnframir. Annar skrivaði bøkur av flestum skaldskaparsløgum gjøgnum langa ævi og vann alsamt størri virðing sum skald. Hin var, tá ið hann doyði 37 ára gamal, kendur fyri politisku blaðskriving sína í Føroyum og Danmark og eftir deyðan gjørdi skaldsøgan Barbara navn hansara heimskent.
Ritverkini spegla - bæði gjøgnum yrkisevnini og málsliga hamin - ávís eyðkenni á søguligu og samfelagsligu støðuni hjá ungum tjóðum, sum eru um at mynda sín tjóðskaparliga samleika. Eitt endamál hjá ráðstevnuni er at varpa ljós á hesar tættirnar í ritverkunum við at seta tey í søguligt høpi, tulka og meta tey sum part av føroyskari eins væl og norðurlendskari og almennari nútíðarbókmentasøgu. Harumframt er tað endamálið við ráðstevnunni at eggja til bókmentafrøðiliga gransking av verkunum, teirra list, máli og mentanarliga samteksti, støðu teirra í føroyskari og norðurlendskari bókmentasøgu og mentan.
HØVUÐSFYRILESTRAR
Á ráðstevnuni halda seks innbodnir røðarar høvuðsfyrilestrar: ein rithøvundur, ein tónleikafrøðingur og fýra bókmentafrøðingar. Hesir fyrilestrarnir fevna um yrkingar Williams Heinesens, um danska-føroyska sálmasiðvenju, um at skriva tjóðarbókmentir a málinum hjá harratjóðini, um tvífalt, danskt-føroyskt, sjónarhorn, brævaskiftið millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, meting av brøvunum sum teksti og heimild, hugleiðingar hjá einum føroyskum rithøvundi út fra´lívinum hjá stórskaldinum William Heinesen. Teir einstøku høvuðsrøðararnir verða stutt kunnaðir niðanfyri.
Torben Brostrøm professari, Danmark, er serliga kendur fyri slóðbrótandi skriving sína um lýriska modernismu í Danmark. Eisini hevur hann skrivað yvirlitsverk um danskar og svenskar bókmentir. Tvey greinasøvn hansara eru Versets løvemanke 1960, og Modernismen før og nu 1983. Á ráðstevnuni fer hann at røða um skaldskap í bundnum máli eftir William Heinesen. Við støði yrkingini ?Olympia? (Hymne og harmsang) fer hann at hyggja at tí ?organicistiska? myndamynstrinum í yrkingunum hjá William Heinesen, spenninginum millum tær elstu yrkingarnar og menningina frá Den dunkle Sol og longri fram.
Marianne Clausen , cand. mag. Danmark, hevur saman við pápa sínum Karl Clausen savnað inn sálmar og andligar vísur í Føroyum. Hon greiddi til útgávu Hundredesyv-visebogen við donskum vísum og føroyskum løgum, 1995. Hon fer at røða um andligan vísusang, Kingo-sang og Petter Dass-sang, sum eru partur av tí mentanarliga viðførinum hjá rithøvundunum. Dømi verða givin úr verkunum hjá William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen um at hesin andligi skaldskapurin verður umrøddur og siteraður. Eisini verða givin dømi um slíkan sang, livandi - Petra Iversen syngur - og av bandi.
Seamus Deane, professari, Dublin. Er kendur fyri gransking sína av írskum bókmentum. Hevur millum mangt annað skrivað A short History of Irish Literature 1986 og Reading in the Dark, sjálvsævisøguliga skaldsøgu, 1995.Í fyrilestri sínum fæst hann við ymsar spurningar viðvíkjandi írskum bókmentum og enska málinum:
Hvørja ávirkan hevði Hungursneyðin Harða 1845-50 á lagnuna hjá enskum og írskum máli í Írlandi? Hvussu eiga vit at meta tað tungusnildi, sum orð gongur av írskum høvundum fyri, eitt nú Swift og Joyce? Hvat er sambandið millum tungusnildi og øðrumegin afasi, hinumegin skuldarkenslu fyri mist, uppgivið ella burturskúgvað mál? Hví eru írskir høvundar so upptiknir av, at málið ikki er ført fyri at umboða verðina nøktandi? Er nakað samband millum hetta og tey politisku og fíggjarligu viðurskifitini millum Stóra Bretland og Írland síðani 1690? Er, at enda, nakað samband ella røð av sambondum millum afasi, tungusnild og grimd, serstakliga tað slagið av grimd, sum eyðkennir hjálandaskipanir?
Leyvoy Joensen, Ph.D., USA, nevnir fyrilestur sín ?Barbara and the Dano-Faroese Moment.? Hon bendir á tað tvífalda sjónarhornið: at vera heima og fremmandur í senn, sum er ímynd av donsku-føroysku lívsroyndunum, ið fáa Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen at lýsa Føroyar sum staðin, har miðøld og modernitetur bresta saman uttan íhald, so at av stendst tann gandakenda ógildingin av veruleikagrundregluni. Tað merkisverdasta uppáhaldið hjá Jørgen-Frantz Jacobsen um danskan-føroyskan samleika er tað málið, sum fyrstu ferð sær dagsins ljós í Barbaru, danskt gjøgnumvovið av ?faroismum?, skemtiligur arkaiskur og kortini frálíka lætt lisin prosastílur. Eyðvitað hvørvur tað danska-føroyska í týðing, og Barbara varð lisin í týðingum sum spenningsbókmentir, tí hon kom ov tíðliga til at fáa spjaldrið ?magisk relalisma,? ið júst verður nýtt um eftir-hjálanda (post-colonial) bókmentir, skrivaðar á málum hjálandaveldanna.
Oddvør Johansen, rithøvundur, Tórshavn, nevnir røðu sína ?Manden i den magiske cirkel.? Hon tekur støði í lívinum hjá William Heinesen og har nemur hon eisini við sambandið millum teir báðar Jørgen-Frantz. Hvør var støðan hjá hjá Williami í føroyska samfelagnum, meðan hann livdi? Tað var ikki ?politiskt korrekt? at lesa William í Føroyum, tá ið hann var í hæddini sum rithøvundur. Eins og so nógv onnur noyddist hann at rýma úr samfelagnum, gerast desertørur.
Hanne Flohr Sørensen, Ph. D, Danmark, hevur kannað brævaskiftið millum Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen í Det begyndte som en leg 1992, og hevur í Fróðskaparriti 1999, skrivað greinina ?Mit forhold til det danske sprog er fatalt bestemt? um bakgrund og avleiðingar av danska málinum í verkunum hjá William Heinesen. Fyrilestur hennara snýr seg júst um brævaskiftið millum Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen. Hon fæst við spurningin um privatbrøv sum tekstaslag. Hvar standa vit sum lesarar, fremmand og langt aftaná, mótvegis brøvum millum tveir, ið kendu hvønn annan inn at sálini? Tað opinskáraða og spontana í brøvunum, sum stundum ger tað torført at lesa brøvini, er samstundis tað sum ger tey so hugtakandi og upplýsandi.
STUTTIR FYRILESTRAR
Umframt høvuðsfyrilestrarnar verða stuttar framløgur, 20 minuttir hvør. Av framløgum um ritverkið hjá William Heinesen kunnu nevnast tvær um Den dunkle Sol, annar um evni og kenslu í yrkingasavninum, hin um formlig viðurskifti. Ein verður um karnevals-eyðkenni í søgum Williams og ein um ?Grýlana?; um leiðarorðini í Tårnet ved verdens ende, um frásagnarviðurskifti í Laterna Magica. Av framløgum um Jørgen-Frantz verður ein við heitinum ?Barbara, en fremmed fugl?? Ein onnur ber saman skaldsøguna Barbaru og filmin hjá Nils Malmros. Røtt verður um frá italsku útgávuni av Barbaru frá 1941 og um ein part av yrkisbókmentunum hjá Jørgen-Frantz Jacobsen ella Færøerne, Natur og Folk, 1936.