Ein serlig kanningarnevnd er komin til ta niðurstøðu, at stjórin í Heimsbankanum, Paul Wolfowitz, hevur brotið reglur bankans. Kanningarnevndin sigur, at tað var brot á reglurnar, tá Paul Wolfowitz útvegaði unnustu síni eina stóra lønarhækking.
-Heimsbankin er í einari leiðslukreppu, skrivar nevndin í frágreiðing síni.
Nevndin í Heimsbankanum skal nú taka støðu til lagnuna hjá stjóranum. Starvsfólkini í bankanum hava kravt, at Wolfowitz fær sekkin, og fleiri lond hava sagt, at álitið á Heimsbankan má endurreisast.
USA styðjar framvegis Paul Wolfowitz, ið er fyrrverandi amerikanskur varaverjumálaráðharri.