FÓTBÓLTUR
Spurs byrjaðu betur í finaluni, men nógvu misnýttu málmøguleikarnar skuldu vísa seg at gerast dýrir, tí sjey minuttir fyri steðgin, var Didier Drogba settur at skjóta fríspark fyri Chelsea, og hann misnýtti ikki sín møguleika, og legði teir bláu á odda 1-0.
Málverjin hjá Tottenham varð fangaður á skeivum beini, og kundi tískil onki gera fyri at forða Fílabeinsstrandinginum í at skora fyri Chelsea.
Málið hjá Drogba hevði við sær, at hann er tann fyrsti í enskari fótbóltssøguni, ið hevur megnað at skora í trimum League Cup finalum.
Eitt máls leiðslan hjá Chelsea helt líka fram til tá bert 20 minuttir írestaðu, tá eini linjuverjin markeraði, at Wayne Bridge hevði tikið bóltin við hondini í egnum brotsteigi. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og tað skuldi Dimitar Berbatov taka sær av. Berbatov var kaldur nokk, tá á stóð, og hann skoraði trygt.
Tevjaðu sigurin
Javnandi málið vakti rættuliga Tottenham álopið, og teir byrjaðu at økja trýstið á Chelsea málið, men Chelsea verjan stóð stinn, og megnaði at halda reint til dómarin hevði bríkslað.
Góða gongdin hjá Tottenham, móti endanum á vanligu leiktíðini helt á í eykatíðini, og tá fýra minuttir vóru spældir av eykatíðini, legði Jermaine Jenas eitt fríspark innfyri málið, har Chelsea málverjin Petr Cech boksaði vekk, men bólturin fall á høvdið hjá Tottenham verjuleikaranum Jonathan Woodgate, og haðani inn í málið, til endaligu støðuna 2-1 til Tottenham.
Chelsea royndu so gamaní at trýsta Tottenham, til tess at javna, og kanska fáa eina brotssparkskapping burturúr dystinum, men Paul Robinson bjargaði meistarliga í tveimum førum, tá ávíkavist Salomon Kalou og Joe Cole royndu seg við málroyndum, og harvið kundu sigurshungraðu Tottenham viðhaldsfólkini kring knøttin fegnast um fyrsta heiðurin, felagið hevur vunnið síðan 1999.