Live-framførslurnar hjá Woody Wright rúma øllum lutunum, sum ein fullførd gospelkonsert eigur at rúma. Tey upptíttaðu mana fram lógvabrestir og fótatrampan. Mátin hann handferð klassiskar sangir, sálmar og upprunalig tónlistaverk fáa fram sjálva andan, sum hugtók lurtarar í øllum aldursbólkum, og hansara komisku tulkingar av gerandislívinum fáa sjálvt tann harðasta kynikaran at flenna.
Søgan hjá Woody Wright sum sangari og sangskrivari byrjar í 1973. Tá luttók hann, saman við Elaine Baker og Gina Gill, í einari lokalari sangtalentkapping, sum WECO Radio í Wartburg í Tennessee skipaði fyri. Tey høvdu sungið saman í nøkur ár í ungdómskórinum hjá babtiskakirkjuni í Cedar Grove í Kingston, og saman vunnu tey hesa kappingina. Tey næstu trý árini spældu og sungu tey, har tey kundu sleppa framat, til tey í 1976 fóru hvør til sítt.
Royndur maður í tónleiki
Eftir at Woody Wright varð farin úr High School og breyt við Elaine Baker og Gina Gill, fór hann uppí >> The Scenicland Boys <<, sum hann spældi saman við til 1979, tá hann fór víðari til >> The Tennesseans <<. Har gjørdist hann fjórði maður í einari kvartett og flutti til Nashville.
Haðan gekk leiðin víðari í 1982, tá hann saman við David Ponder og Michael Sykes stovnaði bólkin >> Ponder, Sykes & Wright <<. Í 1992 bleiv tað til bólkin >> Matthews, Wright & King <<, sum skuldi verða ein nýggj country-mannfólkatrio úr Nashville, sum hann millum annað spældi saman við á Center Stage við World Trade Center í 1993.
Í 1997 gjørdist hann bakgrundssangari í sendingini Prime Time Country, har hann var bakgrundssangari hjá langt yvir 100 kendum og minni kendum sangarum.
Frá 1997 til ár 2000 var han naftur saman við Ponder og Sykes, og saman góvu teir út plátuna Spring Hill, sum varð nominerað til >> Country Album of the Year << við Dove Awards í ’98.
Eftir heystið í 2001 hevur hann framført í fleiri heimspørtum, frá Atalanta í USA til heilaga býin Jerusalem til Johannesburg í Suður Afrika. Og nú heldur hann leiðina fram í Evropa og víðari til Føroya, har vit hava møguleikan at roynda tónleikaran og sangskrivaran á Fjarðafestivalinum, sum verður um vikuskiftið.