Wozniacki í 1/4-finaluna í US Open

Danskarin var uppi ímóti 6. seedaða russaranum, Svetlana Kuznetsova, og tað eydnaðist Wozniacki at vinna eftir trý spennandi sett.

 

Ella tað vil siga tvey spennandi sett, tí danskarin var mest sum ikki til staðar í fyrsta setti. Hon breyt gamaní servuna hjá russaranum í fyrsta gami, men síðani var tað meiri ella minni tað.

 

Í øðrum setti brutu tær servuna hjá hvørjari aðrari hvør sína ferð, og settið endaði í einum tie-breakara, sum tað eydnaðist Carolinu at vinna 7-5.

 

Í triðja og avgerandi setti breyt Kuznetsova danskaran í fyrsta gami, og førdi 3-1. Men so fór Caroline í gongd, og spældi seg upp á 5-3. Kuznetsova helt serv og breyt síðani Wozniacki til 5-5. Aftur breyt Caroline, men fyri aðru ferð megnaði hon ikki at serva settið heim.

 

Eisini 3. sett endaði við einum tie-break, og Wozniacki streyk avstað til 3-0. Men so kom russin aftur og javnaði til 3-3. So breyt Caroline aftur servuna hjá Kuznetsovu, og helt síðani sínar báðar servur. Seinasta servuna hjá russaranum vann hon eisini og harvið dystin 2-6 7-6 7-6.

 

Hetta er sum nevnt fyrstu ferð, at Wozniacki hevur leikt seg fram til eina fjóðringsfinalu í einari Grand Slam kapping, og møguleikarnir at vinna seg fram í finaluna mugu sigast at vera stak góðir. Hon er nevniliga einasti seedaði leikarin eftir í hennara hálvu av lutakastinum (seedað 9), og skal í fjóðringsfinaluni møta sensatiónini í kappingini, Melanie Oudin, 17 ára gamla amerikanaranum, sum hevur sligið bæði Sharapovu, Dementievu og Petrovu úr US Open.