Fimtu ferðina eydnaðist Caroline Wozniacki endiliga at vinna á serbisku Jelena Jankovic, men einki bendi í byrjanini á, at tað gjørdist danskur sigur. Ein skiftandi vika fyri Caroline Wozniacki.
Fyrst misti hon fyrsta plássið á heimsskyrkislistanum til Kim Clijsters, so vann hon tað aftur, og í dag vann hon so á fyrsta sinni á Jelena Jankovic.
Tað byrjaði annars ikki væl fyri donsku tennisstjørnuna. Jankovic streyk avstað og kom upp á 3-0. Síðani fylgdust tær báðar at fram til 5-2. Men so tók Wozniacki sær um reiggj.
Frá 2-5 vann danin tey næstu fimm spølini og harvið settið 7-5.
Í øðrum setti fylgdust tær við servunum fram til 2-2, tá Caroline breyt servuna til 3-2, Jankovic breyt aftur, men so fór Wozniacki aftur avstað og vann trý tey næstu spølini og harvið settið 6-3.