Wozniacki móti Zvonareva í finaluni

Tað verður heimsins nummar trý, Vera Zvonareva, sum heimseittarin, Caroline Wozniacki, skal møta í finaluni í Doha, sum verður spæld klokkan 16 í dag. Danska Caroline Wozniacki er í stórformi í løtuni. Á veg í finaluna hevur hon bert tapt níggju spøl í trimum dystum. Tað merkir, at hon samanlagt hevur vunnið dystirnar 36-9.

 

Fleiri serfrøðingar halda eisini, at hon ongantíð hevur verið í betri formi, enn hon er nú.

 

Men eisini russiska Vera Zvonareva er í stórformi í løtuni, sjálvt um hon ikki er komin eins sannførandi í finaluna sum Wozniacki.

 

Danin vann fyri viku síðani kappingina í Dubai, og klokkan 16 spælir hon so finalu móti Zvonareva, ein dystur, sum Eurosport vísir