Wozniacki vann í Indian Wells

Caroline Wozniacki vann í gjár sín størsta sigur, tá hon vann á Marion Bartoli úr Fraklandi, 6-1, 2-6, 6-3. Indian Wells verður mett at liggja beint undir Grand Slam. Heimsins nummar eitt á styrkilistanum, danska Caroline Wozniacki, vann í gjár sín størsta sigur higartil. Í finaluni í Indian Wells vann hon á fronsku Marion Bartoli.

 

Franska kvinnan er í løtuni á 17. plássi á heimsstyrkilistanum, og megnaði eisini at geva Wozniacki ein skarpan gang, serliga í øðrum setti, sum hon vann.

 

Bartoli hevur ein serligan máta at spæla upp á og kann vera ring at stýra, men eftir at hava tapt annað sett tók Wozniacki sær um reiggj og vann triðja settið rímiliga lætt.

 

Saman við sigrinum fekk Caroline Wozniacki eisini 3,7 milliónir krónur, sum eisini fløva á kontoini.