Wuhan lutvíst uppafturlatin

Kinesiski býurin Wuhan, sum er býurin, har koronasmittan tók seg upp, er nú lutvíst latin upp aftur.

Tað siga fleiri altjóða miðlar í dag.

Wuhan hevur verið stongdur og avbyrgdur frá umheiminum í tveir mánaðir í einari roynd hjá kinesisku stjórnini at basa koronasmittuni, men nú sleppa fólk inn aftur í Wuhan. Eingin sleppur kortini at fara úr Wuhan enn.

Koronakreppan tók seg av fyrstani tíð upp í Wuhan, og Wuhan var miðdepil um kreppuna í fleiri vikur, áðrenn onnur lond, so sum Iran og Italia, gjørdist hart rakt av smittuni. Mett verður, at um 50.000 fólk í Wuhan hava verið smittað av koronavirus, og í landslutinum Hubei, har Wuhan er høvuðsstaður, hava í minsta lagi 3.000 fólk latið lív av smittuni.

Kinesiska stjórnin vil vera við, at fyribyrgingararbeiðið í Kina hevur eydnast væl, og at hon hevur fingið bilbukt við smittuna. Fleiri altjóða eygleiðarar eru kortini ivingarsamir um kinesisku fráboðanirnar, tí kinesiskir myndugleikar vóru ikki reiðiligir um koronasmittuna, tá hon av fyrstani tíð tók seg upp.

 Wuhan er høvuðsstaður í Hubei landslutinum Hubei eystan í Kina, og í Wuhan búgva um 11 milliónir fólk.