Hann greiddi frá vísindaligu avrikunum hjá Niels R. Finsen. Sambært Wulf, mundu tað vera árini á Garði (Regensen) at Finsen fyrstu ferð legði til merkið, at sólin litaði húðina reyða, men var húðin málað við svørtum tussj, hendi einki. Finsen gjørdist lækni 1890. Longu í 1896 fekk hann sítt egna ljósinstitut á Kommunuhospitalinum og tað nýggja Finsen instituttið lat upp í 1901. Finsen skrivaði sína fyrstu vísindaligu grein í 1893 í Hospitalstidende undir heitinum "Om lysets indvirkning på huden". 1895 skrivaði hann grein um sólviðgerð av húðtuberkulosu og árini 1899-1906 komu 10 vísindalig verk frá hansara hond í "Meddelser fra Finsens Medicinske Lysinstitut". Hann fekk Nobel virðislønina í desember 1903 og árið eftir í sep. doyr hann.
Tað var serliga ljósviðgerðin av húðtuberkulosu, lupus vulgaris, sum gjørdi hann navnframan. Finsen vildi vera við, at tað serliga var ljósið við stuttari bylgjulongd, í grannalagnum av tí ultravioletta, sum var virkið í hesari viðgerð. Wulf professari og hansara samstarvsfelagar hava tó kannað útbúnaðin hjá Finsen og hava víst, at tað ljósið hann nýtti hevði bylgjulongd, sum var yvir 340 nm, og hetta drepur ikki bakteriur beinleiðis. Tað er sannlíkt, at tað, sum grøddi sjúklingarnar við húðtuberkulosu, var, at ljósið ávirkaði evni í tuberklabakteriuni, ið verða rópt porfyrinir og tað er hendan umgerðin av porfyrinum, sum ger av við turberklabakteriuna. Hendan frágreiðingin er enn ikki førd fram í vísindaligum tíðarritum, men Wulf professari metti hana vera tað mest sannlíku frágreiðingina um, hví ljósviðgerðin hjá Finsen virkaði. Í dag er ljósviðgerð nógv nýtt innan húðlæknafrøði, bæði sjónligt ljós og tað ósjónliga ljósið.
Fyrilestrarhaldarin sá fyri sær nógvar áhugaverdar viðgerðarmøguleikar í framtíðini, har tað fór at bera til at lata húðina upptaka ávís kemisk evni og síðani ljósviðgerða t.d. húðkrabba.