X-Factor: Hvør skal vera dómari?

DR boðar nú frá, at X-Factor heldur fram næsta ár við nýggjum dómarum og nýggjum verti. Og hetta førir beinan vegin víðari til næsta spurning: Hvør skal vera dómari í sendingini?

 

Hóast Blachman hevur boðað frá, at hann ikki vil luttaka í enn einum umfari av X-Factor, so ætlar DR kortini at halda fram við undirhaldssendingini. Eingin ivi er um, at Thomas Blachman, Pernille Rosendahl og Cutfather vóru tær størstu stjørnurnar í sendingini í ár, og soleiðis hevur verið nærum øll árini. Spurningurin er so hvør megnar at fylla hesir stólar, tá ið sendingin skal byrja sín sætta umgang í 2013.

 

Jan Lagermand Lundme, undirhaldsstjóri hjá DR sigur við Ekstra Blaðið, at hann vil hava hjálp frá lesarunum hjá eb.dk, og soleiðis finna fram til hvør skal vera dómari í 2013. Um DR tekur boðini til eftirtektar er ikki vist, men her ber so til at koma við boðum um hvør skal verða dómari í X-Factor komandi ár. ekstrabladet.dk/flash/filmogtv/tv/article1742865.ece

 

DR hevur í dag latið upp fyri, at fólk kunnu melda seg til nýggju sendirøðina.

 

Tað einasta kravið er, at luttakararnir skulu vera fyltir 15 ár innan 1. Februar 2013, og at luttakararnir eru danskir statsborgarar. Og so ber ikki til at hava ein sáttmála við eitt plátufelag áðrenn luttøkuna.