X Factor verður aftur næsta ár

DR hevur gjørt avtalu við framleiðslufelagið Blu um at framleiða áttandu X Factor kappingina, »X Factor 2015«

X Factor heldur fram. Tað er greitt, nú DR hevur gjørt enn eina avtalu við framleiðslufelagið Blu, sum føroyingur Per Zachariasen stovnaði og seinni seldi. Talan er um áttandu X Factor kappingina í Danmarks Radio

 

Pil Gundelach Brandstrup, sum er rásstjóri hjá DR1 sigur, at hon fegnast um, at stóra udnirhaldssendingin verður endurtikin.

 

– Tað er eftirhondini langt ímillum mentanarligar felagsskapir í Danmark. Men gjøgnum sjey ár hevur tað eydnast DR1 at gera X Factor til ein av hesum felagsskapum. Tað er eitt mál hjá DR1 at savna danir – millum annað um okkara undirhald. Tí er tað stórt, at vit  í 2015 aftur kunnu bjóða dønum til familjuhugna við X Factor, sigur hon í tíðindaskrivi.

 

Meira enn hálvonnur millión hyggjarar fylgdu við hvørja viku í seinastu kappingini, og tað er mest sædda undirhaldssending í Danmark síðani 1992, tá tey fóru undir at máta hyggjaratøl, siga tey í DR.

 

X Factor hevur sum eingin onnur undirhaldsrøð nátt at savnað danir. Hvør verður vertur, og hvørji verða dómarar í nýggju kappingini, er ikki avgjørt enn.