X við tykkum

Hanus Samró, Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin
-----

Um hesa tíðina í fjør sat eg rundan um borðið í Útvarpshøllini. Hevði arbeitt allan dagin. Alla vikuna. Hevði arbeitt miðvíst seinastu mongu árini. Hendan dagin í fjør, 29. oktober 2011, skuldi avgerðin fella.
Gjørdist dreymurin veruleiki ella ikki.

Tað vóru nakrir intensir tímar. Eini løtuna var eg inni. Minuttin seinni uttanfyri. Ikki fyrr enn allar atkvøðurnar vórðu taldar saman, kundu serfrøðingarnir siga við vissu, at eg var valdur. At fólkaflokkurin átti 8. mannin. Munurin millum okkum og sjálvstýrisflokkin var marginalur (minnist ikki ítøkiligu tølini). Munurin millum meg og Rodmund Nielsen var 26 atkvøður.

Marginalarnir vóru við mær. Lagnan var við mær.

Fari við hesum at takka tingmanningini fyri stuðulin. Tey hava tikið væl í móti mær. Hava sýnt mær álit. Givið mær ábyrgd. Hóast dópsbrævið sigur 1. mei 1988, ætli eg mær at vísa, at gevur tú ungdóminum ábyrgd, tekur hann avbjóðingina við báðum hondum. Tað krevur arbeiði. Krevur orku. Við góðum stuðuli frá familjuni, frá vinum og kenningum verður tað møguligt at mennast við uppgávuni. Við ábyrgdini.

Síðst, men ikki minst. Veljarin. Eg takki tykkum, ið sýntu mær álit á valdegnum. Takki tykkum, sum á einhvønn hátt hjálptu mær við valstríðnum. Uttan tykkum var dreymurin ongantíð veruleiki.

Eri æviga takksamur fyri hjálpina.

X við tykkum!