Elisa Vang, Bill Justinussen og Astrið Gullborgardóttir eru garantar fyri láturkrampunum. Og ein væl uppløgd Óluva Zachariassen stýrir kjakinum og syrgir fyri, at vit fáa eina góða mynd av valevnunum.
Tað verða trý umfør við spennandi og relevantum evnum, har skiftandi valevnir mynda panelið.
Valevnini, sum luttaka eru:
- Fólkaflokkurin: Jørgen Niclassen, Christian Andreasen og Sólvit Nolsø.
- Sambandsflokkurin: Johan Dahl, Anna Falkenberg og Petrina Berg.
- Javnaðarflokkurin: Sjúrður Skaale, Jóan Pauli Jakobsen og Barbara Gaardlykke Apol.
- Tjóðveldi: Liljan Weihe, Bjørt Samuelsen og Rógvi Nybo.
- Framsókn: Ruth Vang, Karlot Hergeirsson og Bjarni Kárason.
- Miðflokkurin: Bill Justinussen.
Tak ein vin ella tveir undir armin og kom framvið!
– Ókeypis atgongd, skrivar fyrireikararnir.