Xavi kann seta met í kvøld

Barcelona miðvallarin kann yvirhála Raúl, sum spælarin við flest dystum í Champions League

Í kvøld byrjar annað umfar í bólkaspælinum í Champions League. Í París kann miðvallarin hjá katalanska FC Barcelona seta nýtt met, um hann kemur á vøllin í kvøld til sín dyst nummar 143 í Champions League.

 

Spælir 34 ára gamli spaniólin, so yvirhálar hann landsmannin og Real Madrid legenduna, Raúl González Blanco. Fyrrverandi Real Madrid framherjin, sum framvegis er samlaður toppskjútti í kappingini, hevur spælt 142 dystir í Champions League.

 

Næstir teimum koma Ryan Giggs(141 dystir), Iker Casillas(141) og Clarence Seedorf (125).

 

Bólkur E:

Her møtast Manchester City og AS Roma í Manchester, meðan Bayern Munchen er á vitjan hjá CSKA Moskva. Manchester City eru eitt sindur kroystir til at vinna í kvøld, tí bæði AS Roma og Bayern Munchen vunnu í fyrsta umfarinum.

 

Manchester City – AS Roma (19:45)

CSKA Moskva – Bayern Munchen (17:45)

 

Støðan:

1. AS Roma 3(Stig)

2. Bayern Munchen 3

3. Manchester City 0

4. CSKA Moskva 0

 

Bólkur F:

Her er stóri dysturin í hesum umfarinum. Har tekur nýríka meistarafelagið, Paris Saint-Germain móti Barcelona. Heimaliðið er uttan Zlatan Ibrahimovic, ið er skaddur. Í hinum dystinum skal Ajax vinna á APOEL Nicosia, um teir skulu gera sær nakrar tankar um at koma víðari.

 

PSG – Barcelona (19:45)

APOEL Nicosia – Ajax (19:45)

 

Støðan:

1. Barcelona 3

2. PSG 1

3. Ajax 1

4. APOEL 0

 

Bólkur: G:

Her er púra javnt, eftir at báðir dystirnir í fyrsta umfari endaðu við javnleiki 1-1. Chelsea og Schalke 04 eru stórfavorittar at koma víðari. Í Portugal tekur Sporting móti Chelsea. José Mourinho hevur ávarað gestirnar um ikki undirmeta landsmenninar úr Sporting.

 

Sporting – Chelsea (19:45)

Schalke – NK Maribor (19:45)

 

Støðan:

1. Schalke 1

2. Sporting 1

3. Chelsea 1

4. NK Maribor 1

 

Bólkur H:

Porto vann heili 6-0 í fyrsta umfarinum á BATE Borisov. Í kvøld verður mótstøðan torførari á útivølli móti Shakhtar Donetsk, meðan BATE Borisov skal reisa seg móti Athletic Bilbao.

 

BATE Borisov – Athletic Bilbao (19:45)

Shakhtar Donetsk – Porto (19:45)

 

Støðan:

1. Porto 3

2. Athletic Bilbao 1

3. Shakhtar Donetsk 1

4. BATE Borisov 0