Xi Jinping fær fimm ár aftrat sum forseti

Teir næstan 3000 limirnir í kinesiska tjóðartinginum tóku einmælt undir við at velja sitandi forseta aftur. Men, hann var eisini einasta forsetavalevni.

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, er í dag einmælt afturvaldur til forseta landsins næstu fimm árini.

 

Soleiðis fer hann nú undir sítt triðja skeið í forsetasessinum í Kina.

 

Sambært tíðindastovuni NTB varð Xi Jinping einmælt afturvaldur.

 

Allir teir næstan 3000 limirnir í kinesiska tjóðartinginum tóku einmælt undir við at velja sitandi forseta aftur.

 

Men, hann var eisini einasta forsetavalevni.

 

Valið av Xi Jinping gørdi ongan ovfarnan, tá hann í fjør heyst varð afturvaldur sum floksleiðari í kinesiska kommunistaflokkinum.

 

Tað hevur annars verið praksis, at kinesiski forsetin bert situr tvey 5-áraskeið, men hetta vildi Xi Jinping broyta.

 

Tí fær hann nú fimm ár aftrat í forsetasessinum í heimsins fólkaríkasta landi.

 

Ein av teimum, sum longu hevur ynskt Xi Jinping tillukku við afturvalinum, er russiski forsetin, Vladimir Putin.