Yamaha á sjógvi og landi

Vit bjóða okkum fram við sølu, tænastu og umvælingum av Yamaha í Føroyum, sigur Hjørleif Joensen, dagligur leiðar á fyritøkuni Simjo í Miðvági

Í langa tíð, hevur Yamaha verið millum mest seldu knallertir og skutarar í Føroyum. Í dag er tað fyritøkan Simjo, ið umboðar Yamaha.


Simjo hevur innflutt Yamaha, alt uttan motorsúklur og skutarar, síðan 2002 og yvirtók umboðið fyri Yamaha skutarar og motorsúkklur frá Hilmari Danielsen í 2006. Tað er Simonsen Group við Stefan Simonsen, ið eigur fyritøkuna.


Tænastan hjá Simjo er fyribils skipað soleiðis, at Yamaha framsýningin er í Jónas Broncksgøtu í Tórshavn, meðan verkstaðurin er í Miðvági. Fyritøkan hevur eisini goymslu, ið fevnir um útgerð, eykalutir og dekk.


Vøruskráin hjá Yamaha er sera umfatandi, nevnast kann t.d. skutarar (2- og 4 takt), kavaskutarar, motorsúkklur, fýrahjólarar (ATV) úr 125cc-700cc til frítíð og arbeiði, side-by-side, (sum er ein innilokaður fýrahjólari við tveimum sitiplássum og meira plássi til viðføri), golfbilar, bátar, leysamotorar (páhangsmotorar) 2,5-350 hk, el-leysamotorar, vatnskutarar/jetski, eisini er eitt stórt úrval av útgerð til motor- og vatnítrótt.


Simjo umboðar eisini bátar, sum t.d. Buster, Yamarin, Finnmaster, Campion, Crescent og YAM gummibátar, sum allir hoyra til Yamaha-konceptið. Eisini selur fyritøkan vanlig prutl av merkinum Jawa við fýra gearum og 4 takts motori.


Í sambandi við at Simjo umboðar bæði akfør og bátar, levera teir eisini sergjørd klæðir til tey ymisku endamálini.


Simjo hevur ein bil koyrandi allastaðni sum landfast er. Tænastan umfatar levering og avheinting av t.d. motorsúkklum, skutarum, páhangsmotorum og fýrahjólarum, bæði í sambandi við umvælingar og levering av eykalutum og nýggjum akførum.


Viðskiftafólk eru altið vælkomin inn á gólvið í Miðvági, Skaldavegur 1 (við høvuðsvegin yvirav FK) ella í Jónas Broncksgøtu (eftir avtalu). Tað er bara at ringja á 532379 ella skriva til:

[email protected], sigur dagligi leiðarin frá Simjo. Heimasíða: www.simjo.info