Í vikuni hevur 10. umfari verið í sponsku landskappingini. Millum yvirskriftirnar eru, at Karim Benzema fylgdi upp upp á Ballon d’Or bóltin við at skjóta mál, og at nøkur viðhaldsfólk hjá FC Barcelona ýldu eftir Gerard Pique.
Mánakvøldið vann Karim Benzema Ballon d’Or bóltin fyri 2022. Mikukvøldið vann Real Madrid 3-0 á útivølli móti Elche og Karim Benzema skoraði eitt av málunum. Við sigrinum í El Clasico sunnudagin er Real Madrid nú aftur oddalið í La Liga.
Í gjár svaraði FC Barcelona aftur, eftir at hava tapti týðandi stig í dystinum í Champions League móti Inter Milan, sum merkir at felagið helst skal spæla í Europa League eftir ársskiftið. FC Barcelona vann 3-0 á heimavølli móti Villarreal.
Robert Lewandowski skoraði tvey av málunum og lagið var sum heild gott á Spotify Camp Nou, men tað broyttist tá Gerard Pique kom á vøllin. Miðverjin hevur verið ein favorittur á Camp Nou í nógv ár, men í gjár ýldu ein partur av áskoðarunum eftir honum.
Hann hevur ikki spælt væl í ár og kostaði mál móti Inter Milan. Privat gongur heldur einki serligt, tí hann er farin frá konuni, sum er kenda kolumbianska songkvinnan, Shakira. Hartil er privat samskifti hjá Gerard Pique við aðalskrivaran í spanska Fótbóltssambandinum likið til fjølmiðlarnar.
Á vøllinum eru avrikini ikki á sama høga siti, sum árini frammanundan. FC Barcelona er í fíggjarligari kreppu og Gerard Pique hevur saman við Sergio Busquets stóran sáttmála við felagið. Alt hetta hevur gjørt, at miðverjin hevur verið í andglettinum seinastu tíðina.