Ymisk sjónarmið í lívligum kjaki

Fríggjakvøldið høvdu nakrir ungdómar tikið stig til eitt tiltak um 266 b í Miðlahúsinum. Tiltakið var ætlað ungdóminum, sum stigtakararnir meta er ov lítil partur av kjakinum, og í so máta var talan um eina succés, tí væl omanfyri 100 ung fólk luttóku í lívliga kjakinum


Nakrir ungdómar í Havn høvdu fríggjakvøldið tikið stig til eitt spennandi tiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hesi ungu hava onki annað í felag enn, at tey eru av tí fatan, at ungdómurin er ikki sloppin nóg væl framat í kjakinum um viðurskiftini hjá teimum samkyndu, og tí gjørdu tey av at savna fólk saman til eitt pallborðsorðaskifti við so nógvum ymsum sjónarhornum sum gjørligt.
Fimm mans og ein kvinna mannaðu pallborðið. Marjus Dam, løgtingslimur hjá Sambandsflokkinum, Bill Justinussen, løgtingslimur hjá Miðflokkinum, Heri Joensen, prestur, Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur og Tórur av Kák Olsen, næstformaður í Unga Tjóðveldinum og virkin í Oasuni. Einsamalla kvinnan var løgfrøðingurin Birta Biskupstø.
Jón Brian Hvidtfeldt var orðstýrari, og Terji Rasmussen og Hanus G. Johansen spældu áðrenn og eftir kjakið.
Lagt varð fyri við, at pallborðsluttakararnir fingu tveir minuttir at geva seg og sína hugsan til kennar.
Heri Joensen, prestur, gjørdi beinanvegin greitt, at kirkjan ikki hevur nakra felagsmeining í málum sum hesum.
– Kirkjan roynir í hesum máli at sigla í millum skerini, men so eru tað tey sum vilja vera við, at onkur eisini hevur sett seg upp á skeri fyri at skjóta við skørpum, segði Heri Joensen skemtandi.
 
Glíðikrem til glíðibreyit
Kjakið var rættiliga spennandi, og fleiri áhugaverd sjónarmið vórðu havd á lofti. Tó skal sigast, at tá saman um kom, so var lítið nýtt at koma eftir.
Sjúrður Skaale staðfesti í sínum uppleggi, at Miðflokkurin hevur tikið patent upp á føroyska siðvenju í hesum kjakinum, og segði síðani, at sonevnda siðvenja, ikki var gamal føroyskur kristindómur.
Marjus Dam vísti á, at allir føroyingar í prinsippinum kunnu taka undir grein 266 b, men hann ávaraði síðani ímóti glíðibreytini, tí hetta var bara fyrsta stigi á vegnum. Úr salinum segði onkur, at tað er ein glíðibreyt í øllum málum, tí soleiðis virkar demokratiið einaferð, og hetta fekk Sjúrða Skaale at staðfesta, at tað mátti gott glíðikrem til allar hesar glíðibreytir.
Í glíðibreytartosinum varð Ísland nýtt sum ræðumyndin hjá fleiri. Har var 266 b bara byrjanin til glíðibreytina, og nú var skrásett parlag og kunstig ísáðing hjá samkyndum eisini loyvd. Hetta fekk 200 forsangaran, Niels Arge Galan, at spyrja, um tað regnaði við svávul í Íslandi, og sipaði hann til søguna Sodoma og Gomorra, sum eisini er nevnd nakrar ferðir í kjakinum.
 
Trúgv og politikkur
Tá tosið fall á demokratiið vísti Ole Wich, sum var í millum áhoyrararnar, á, at demokratiið sigur, at onki er yvir ella við síðurnar av lóggevandi valdinum, men at vit í Føroyum hava ein trupulleika í hesum førinum.
Í hesum kjakinum varð gjørt greitt, at tað er sera týdningarmikið at skilja í millum trúgv sum virðisgrundarlag hjá politikarum, og síðani at nýta einstøk vers at fara eftir ávísum fólkabólkum.
Kjakið, sum var lívligt, men á einum hóvligum støði allatíðina, gjørdist til tíðir heitt.
Og eftir drúgva tíð og nógvar skuldsetingar tók eitt umboð fyri felagsskapin Friðarboðan, Manijeh Elsa Modi, orðið, og fýltist á, at onki umboð fyri samkynd varð boðið við til tiltakið, og at samkynd í síni heild vóru ov lítið eftirspurd í kjakinum.
Hon vísti á, hvussu nógv verður tosað um rættindi og umstøður teirra, men at samkynd ongantíð vóru spurd eftir av politikarum og øðrum – síðani fór hon, tí sum hon tók til, so var hetta ov deprimerandi at líða á.
 
Fyri ella ímóti
Millum áhoyrararnar í salinum var Tórbjørn Jacobsen, og ikki óvæntað tók hann eisini orðið. Hann helt eina dundur røðu, har hann millum annað staðfesti, at samfullir 32 tinglimir áttu at verið so mikið at sær komnir, at áttu at atkvøtt fyri uppskotinum.
Hetta fekk fleiri at fegnast, men upp aftur onnur at undrast á, hvar tey hava mannin, tí Tórbjørn Jacobsen sama fríggjadag á forsíðuni á Sosialinum hevði sagt, at hann umhugsaði at atkvøða ímóti uppskotinum, sum hann metti vera farið út av sporinum.
Ein annar maður, sum enn ikki greitt hevur boðað frá, hvar hansara atkvøða fer at liggja, er Marjus Dam. Í kjakinum fríggjakvøldið vísti hann fleiri ferðir á, at hann ynskti eina føroyska loysn, men hann staðfesti eisini, at hann helst fór at atkvøða ímóti uppskotinum hesaferð eisini.
Tá klokkan nærkaðist ellivu rundaði orðstýrari Jón Brian Hvidtfeldt av. Lítið nýtt var komið undan kavi í kjakinum, men teir gott og væl hundrað áhoyrararnir høvdu verið vitni til eitt lívligt og áhugavert kjak.
Eftir kjakið spældi Hanus G. Johansen nakrar sangir, og í meðan nýttu fleiri áhoyrarar høvi at práta við pallborðsluttakararnar.