Ymiskar ábøtur gerast

Síðan fiskavirkið á Kósini í Klaksvík læt uppaftur fyri einum mánaði síðan, hevur rættiliga støðugt arbeiði verið á virkinum. Týsdagurin 24. november var ein stórur dagur í Klaksvík, tá flakavirkið á Kósini læt uppaftur eftir at hava verið stongt í eitt heilt ár.

Síðan upplatingina fyri einum mánaða síðan, hevur nógv virksemið verið á virkinum, og fólk hava verið til arbeiðis at kalla hvønn yrkadag.

Virkið hevur keypt upsa frá partrolarunum, Safir og Smaragd, snelluskipunum Havsbrún og Karlamagnusi, og eisini hevur Vestmenningur landað einar tvær lastir í Klaksvík í hesum tíðarskeiði.

Kósin hevur eisini keypt fisk frá øðrum skipum og bátum, og eins og áður, hevur nýggja virkisleiðslan á Kósini lagt seg eftir at keypa og virka øll fiskasløg.

Ætlanin er soleiðis, at Kósin framhaldandi skal vera eitt fleksibult fiskavirki, sum skal kunna arbeiða bæði frystar fiskavørur, samstundis sum virkið eisini hevur eina saltfiskaframleiðslu.

Hendan mánaðin, síðan virkið læt uppaftur, hevur virkisleiðslan eisini sæð, hvørjar ábøtur eru neyðugar, og nú um ársskiftið, tá eingin framleiðslan er kortini, verður ymiskt gjørt, sum skal betra um framleiðslugongdina.

Vónirnar hjá virkisleiðsluni um skilagóðan rakstur eru ikki minni góðar, enn tær vóru, tá fyrstu fiskarnir fóru ígjøgnum maskinurnar hin 24. november.

Hendan mánaðin hava tey umleið 70 fólkini, sum seinastu tíðina hava havt sítt dagliga arbeiði á Kósavirkinum, virkað eini 600 tons av ráfiski.

Við verandi manning hevur Kósin eina framleiðsluorku, sum liggur um eini 6.000-8.000 tons av ráfiski um árið.